Í døgunum 13. til 17. apríl koma altjóða fjølmiðlafólk og michelin-kokkar til Føroyar at royna ta føroysku rávøruna, smakka føroyskan mat, gera mat úr føroyskum rávørum og uppliva Føroyar sum gourmetferðavinnutjóð.
Sp/f Solea hevur seinasta árið skipað fyri tiltøkum í Føroyum og uttanlands við tí fyri eyga, at marknaðarføra Føroyar sum eina serliga tjóð fyri gourmetferðavinnu og sum eina tjóð, ið hevur heilt serligar kvalitetsrávørur at veita.
Í oktober í fjør varð skipað fyri einum gourmettiltaki á Michelin-matstovuni, Hedone, í London. Til døgurðan vórðu viðurkend ensk fjølmiðafólk, rávøruinnkeyparar og kokkar bodnir við.
- Móttøkan av føroysku rávørunum var sera jalig, og umframt at netverkið millum altjóða rávøruinnkeyparar og føroyskar rávøruveitarar varð styrkt, so vísti fjølmiðlafólkini sera stóran áhuga fyri Føroyum og ynsktu, at sleppa hagar at uppliva enn meiri føroyskt, sigur Bjørk K. Olsen, marknaðarleiðari fyri Solea.
At móttøkan var so góð, gjørdi, at farið var undir at fyrireika næsta stigið, at fáa kendu fjølmiðlafólkini, Michelin-kokkarnar og innkeyparar til Føroyar.
- Í døgunum 13. til 17. apríl koma somu viðurkendu fjølmiðlafólk og Michelin kokkar úr øllum Evropa til Føroya, at royna føroysku rávøruna í sínum egna umhvørvi, gera mat burtur úr føroyskum rávørum og annars uppliva føroysku matmentana, bæði í tí síðbundnu útgávuni eins og í gourmet-høpi. Endamálið við hesari vitjan er eitt: at marknaðarføra Føroyar. Sp/f Solea er av teirri áskoðan, at umtala í viðurkendum miðlum og millum manna í viðurkendum gastronomiskum netverkum, hevur eina stóra effekt, ið ikki kann gerast upp í pengum, sigur Bjørk K. Olsen.
Tað verða ikki bert kendu útlendingarnir, sum sleppa at uppliva Føroyar. Føroyingar sleppa sjálvandi eisini sjálvir at royna føroyska matin saman við útlendsku gestunum, tá Sp/f Solea skipar fyri trimum stórum døgurðum á Restaurant Hafnia og Restaurant Koks 13., 15. og 16. apríl.