Føroyskur uttanlandspolitikkur er eitt alment dulsmál

Hóast Løgtingið hevur samtykt at lata nýggja uttanríkisráðnum hjá heimastýrinum 30,7 mió. kr. til virksemi sítt í ár, veit ongin í Tinginum, hvønn uttanlandspolitikk Føroyar reka

CHE-landsstýrið hevur havt egið sonevnt uttanríkisráð við egnum landsstýrismanni í uttanlandsmálum, síðan sitandi landsstýrið tók við.

Nógv almenn ferðing og vitjanir hava verið á skránni, og sunnukvøldið kl. 18.00 boðaði landsstýrismaðurin í Útvarpinum frá, at nú skal ein bygningur keypast til føroyska sendistovu í New York. Seinni kemur ein sendistova í Moskva.

Kortini veit enn ongin, hvør almenni føroyski uttanlandspolitikkurin er.

Tað tykist, sum landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum fokuserar upp á form heldur enn innihald.

Tað álvarsliga er, at Løgtingið heldur onga hóming hevur av, hvør almenni uttanlandspolitikkurin í landinum er. Tingið, sum herfyri samtykti at lata uttanríkisráðnum uml. 30,7 mió. kr. á fíggjarlógini, er heldur ikki kunnað um, hvørji úrslit eru komin burtur úr nógva almenna ferðavirkseminum hjá landsstýrismanninum, og hvat sendistovan í USA ítøkiliga skal brúkast til.

30,7 mió. kr. er nógvur peningur. Upphæddin svarar til tað, Landssjúkrahúsið manglar til tess at fáa endarnar at røkka saman.

Formliga eigur landsstýrismaðurin at kunna uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, men hon hevur ikki fingið upplýsingar um omanfyri nevnda.

Miðflokkurin í CHE-landsstýrinum eigur formannin í uttanlandsnevndini. Formaðurin, Jenis Av Rana, eigur sum skjótast at kalla uttanlandsnevndina saman, og nevndin má krevja av landsstýrismanninum, at hann kunnar nevndina um ítøkilig úrslit av virkseminum higartil.

Løgtingið má fáa greiðu á, hvat tað hevur játtað pening til, og hvør uttanlandspolitikkurin er.