Amerikanski hægstirættur skal taka støðu til, um tað er ómenniskjaligt og harvið í stríð við landsins grundlóg at taka fólk av døgum við eiturinnspræning. Enn hevur rætturin ikki tikið avgerð, og fleiri statir hava gjørt av at útseta ætlaðar avrættingar, meðan rætturin hevur málið. Teirra millum eru statirnir Texas og Nevada, sum hava útsett næstan allar avrættingarnar, sum skuldu fullførast í ár.
Tað ber í sær, at í ár verða ætlandi færri enn 50 fólk avrættað í amerikonskum fongslum, og so fáar hava avrættingarnar ikki verið síðani 1996, tá 45 deyðadømdir fangar vórðu tiknir av døgum. Tann seinasti fangin, sum fekk at vita, at hann sleppur í hvussu er at liva eitt sindur longri enn ætlað, var tann 36 ára gamli Christopher Scott Emmett. Hann skuldi takast av døgum í einum fongsli í Virginia í gjárkvøldið, men tað bleiv broytt í síðstu løtu.
Higartil í ár eru 42 deyðadømdir fangar tiknir av døgum í USA, harav 26 í Texas. Tann seinasta avrættingin var tann 25. september ella sama dag, sum amerikanski hægstirættur kunngjørdi, at hann fór at kanna, um eiturinnspræning er í stríð við grundlógina. Tann deyðadømdi Michael Richard bað um at fáa sína avrætting útsetta, men orsakað av einum teldubreki kom áheitanin ikki dómaranum í hendi fyrr enn klokkan 17.20.
- Vit lata aftur klokkan 17, segði Sharon Keller, dómari, tá hon bleiv spurd, hví hon ikki gekk áheitanini frá tí deyðadømda á møti. Svarið hevur vakt ans og hevur fingið øði í tey, sum vilja hava deyðarevsingina úr gildi í USA.