Verður áhugin fyri at læra til prest ikki størri, enn hann er nú, verður stórt prestatrot í donsku fólkakirkjuni um nøkur fá ár. Tað sigur Peter Lodberg, sum stendur fyri guðfrøðideildini á lærda háskúlanum í Århus.
Hann vísir á, at talið á teimum, sum velja at lesa guðfrøði, er minkað munandi, og tey nýggju umsóknartølini til teir lærdu háskúlarnar siga tað sama. Í fjør søktu 55 um at sleppa at lesa guðfrøði, men í ár er talið 47.
Samstundis sum hetta hendir, fara nógvir prestar frá fyri aldur í komandi árum, og tí væntar Peter Lodberg, at longu um fimm ár verður stórt prestatrot í donsku fólkakirkjuni.