Alt ov fáir serlæknar eru í Føroyum. Tað er ein sannroynd, vit bara kunnu staðfesta. Men av teimum fáu serlæknunum, vit hava her heima, eita tríggir teirra á Steig til eftirnavn. Tað eru feðgarnir Jón, Bjarni og Torkil.
Jón á Steig hevur verið yvirlækni á Landssjúkrahúsinum í meiri enn ein mansaldur, og frá ársbyrjan í ár vórðu synir hansara, Bjarni og Torkil, settir í starv sum yvirlæknar har.
At teir hava ovmikið at takast til og eru upptiknir upp um bæði oyru, kunnu greinaskrivari og myndamaðurin vátta. Eftir ótaldar telefonsamrøður eydnaðist tað loksins at finna eina løtu, har teir tríggir saman kundu seta seg at greiða frá, hvussu tað bar til, at allir tríggir eru endaðir sum yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum.
Uppvaksnir í sjúkrahúsumhvørvinum
Jón á Steig gjørdist lækni í 1968, og hava hann og familjan flutt nógv gjøgnum ár og dag.
– Tað einasta, sum altíð hevur verið fast, er, at vit hava verið partur av sjúkrahúsumhvørvinum. Vit eru uppvaksnir í umhvørvinum har, leggur Bjarni á Steig fyri við at siga.
– Tey flestu halda tað vera fremmant at vera á sjúkrahúsi, men ikki vit. Vit hava enntá hildið jól har, greiðir Bjarni á Steig frá og smílist.
Hevur sjúkrahúsumhvørvið fylt nógv í uppvøkstrinum hjá brøðrunum á Steig, so fyllir tað uppaftur meiri í dag, nú teir báðir – eins og pápin – eru yvirlæknar.
– Landssjúkrahúsið fyllir alt ov nógv við døgurðaborðið, og hevði tað ikki verið fyri svágin, so var tað bara sjúkrahúsprát, flennir Torkil á Steig.
Bjarni nikkar samtykkjandi, men leggur so aftrat tí beiggin hevur sagt, at tagnarskylda er nakað, sum tey ganga høgt upp í á sjúkrahúsinum, og hetta verður sjálvandi eisini virt heima við hús.
Konurnar eisini í fakinum
Í mun til svágin hjá brøðrunum báðum, so er hann tann einasti í nærmastu familjuni, sum so ella so ikki er knýttur at sjúkrahúsverkinum. Systur Bjarna og Torkil er sjúkrasystur. Kona Jón var skrivari á Landssjúkrahúsinum í ein mansaldur. Kona Bjarna er jarðarmóðir og kona Torkil er fysioterapeut.
– At øll eru í økinum ger, at vit hava eitt stórt forstáilsi fyri hvørjum øðrum, heldur Bjarni á Steig.
Royndu aðrar vegir
– Í læknafamiljum er tað antin ella. Annaðhvørt verður tú lækni ella okkurt heilt annað, sigur Torkil. Hetta hevur hann sjálvur verið noyddur til at ásanna, tí hann hevur eisini roynt seg í øðrum fakum, og hevur aftrat yvirlæknaútbúgvingini eina útbúgving sum tannlækni.
– Eg læs til tannlækna, men føldi at eg lærdi ikki nóg mikið. Tað var bara í munninum og so ikki víðari har frá, sigur Torkil, sum tó gjørdi tannlæknaútbúgvingina lidna meðan hann læs til lækna.
– Eg var nokk mest tannlækni av navn enn av gavn, heldur Torkil fyri.
Læknaútbúgvingin var heldur ikki tann fyrsta, Bjarni fór undir. Hann læs verkfrøði í eitt ár, men valdi so at skifta verkfrøðilesnaðin út við læknalesna í staðin.
– Eftir student arbeiddi eg nakað, og gjørdist áhugaður í verkfrøði. Men aftanfyri onkustaðni hevur helst ligið ein dreymur um at gerast lækni, ásannar Bjarni.
Nú teir báðir í síðsta gjørdu av at gerast læknar, kann tað kanska undra onkran, at teir ikki arbeiða uttanlands, har fakliga avbjóðingin er nakað størri enn her heima.
– Vit eru føroyingar og vilja vera her. Kunnu vit virka professionelt í Føroyum, ja so er tað næstan endamálið við útbúgvingini, sigur eldri yvirlæknabróðurin.
Fyrsta og seinasta árið
Nú virka teir tríggir, faðir og synir, undir sama taki á Landssjúkrahúsinum. Eftir arbeiðstíð slepst ikki undan, at teir eisini eru saman. Tí er lætt at hugsa, at tað kanska skapar trupulleikar í forholdinum millum tað privata og professionella. Tað hevur tó ikki verið støðan hjá teimum og Torkil sigur, at teir beinanvegin fingu sett eina linju ímillum.
Tá tað er sagt, er ógvuliga nærliggjandi at spyrja, um pápin kanska hevur givið synum sínum okkurt gott ráð á vegnum – privat sum professionelt – tá teir fóru undir lesnaðin.
– Eg bað teir ikki lesa til lækna, sigur Jón á Steig við einum álvarsomum tóna, men smílist skjótt aftur og sigur so flennandi, at tað hevur hann ikki sagt.
Tað var tann 1. januar í ár, at Bjarni og Torkil fingu starv sum yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum, og soleiðis gjørdust tað tríggir yvirlæknar við eftirnavninum á Steig á Landssjúkrahúsinum.
1. januar komandi ár verður støðan ein onnur. Tá fer Jón á Steig frá fyri aldur, so árið í ár er fyrsta og einasta árið, har Jón, Bjarni og Torkil á Steig allir virka sum yvirlæknar á Landssjúkrahúsinum
Skaðin betur farin tá hann kemur á rætta stað
Tíðin er farin frá, at sjúkrahús hava ein lækna, sum loysir allar trupulleikarnar. Í dag eru sjúkrahúsini ein eind av serlæknum, og tað er eingin, sum fyrst opererar eitt bein, so ein búk og síðani eitt høvd.
– Hetta er tíðin farin frá, og ein skaði er betur farin, um hann kemur á rætta staðið, siga teir báðir brøðurnir.
– Tess fleiri serlæknar, tess skjótari staðfesta vit sjúkuna og tess skjótari kunnu vit viðgera hana, sigur Bjarni á Steig. Hann sigur, at endamálið er ikki at verða innlagdur, men at verða so væl viðgjørdur sum gjørligt.
Bjarni hevur spesiali í blóð- og krabbameinssjúkum. Krabbameinsviðgerð er ambulant viðgerð, og tað merkir, at sjúklingarnir kunnu arbeiða um dagin og fáa viðgerð um kvøldið, heldur enn at ferðast til Danmarkar í tíð og úrtíð.
Sama er galdandi fyri økið hjá Torkil, sum hevur spesiali í nýrasjúkum, og tí kann bjóða fremstu vitan og viðgerð til nýrasjúklingar.
– Áður varð hetta viðgjørt í Keypmannahavn, og tá vóru sjúklingarnir altíð niðri. Teir høvdu einki familjulív og livdu ikki sum fólk, tí teir altíð vóru sjúklingar, sigur Torkil á Steig.
– Spesiali ger, at vit mugu vera so nógvir, men spesialiseringin ger at støðið verður lyft øgiligt, siga teir báðir yvirlæknabrøðurnir.