Í tráð við at altjóðagerðingin av føroyskum fótbólti hevur vundið upp á seg seinnu árini, er talið av føroyskum fótbóltsútisetum eisini vaksið.
Ein av hesum útisetum er verjuálitið á føroyska landsliðnum, Óli Johannesen, sum fyri knøppum ári síðani gjørdi av at stinga í sekkin heima á Tvøroyri, fyri at royna seg í fremstu donsku deildini.
Fór sjálvur til AGF
At tað júst skuldi gerast AGF, sum fór avstað við føroyska verjuleikaranum, var kanska meira av tilvild.
Óli greiðir frá, at hann sjálvur gjørdi av at fara til Danmarkar at royna síni fótbóltsevni. Hann var júst liðugur við útbúgving sína, og hevði tí í hyggju at fara niður at arbeiða, og samstundis vita, um hann slapp framat hjá onkrum felagið.
Gjøgnum Jákup í Stórustovu fekk hann samband við AGF, og teir bjóðaðu honum at koma til royndarvenjingar. Venjingarnar gingu somikið væl, at Peter Rudbæk, sum tá var venjari í felagnum, helt seg hava sæð nóg mikið, soleiðis at felagið gav Óla eitt tilboð um at gerast fulltíðar yrkisleikari. Hetta var eisini júst tað, sum føroyingurin hevði í kvittanunum, og tá aðrir suðuroyingar um ólavsøkuna fóru til Havnar at halda tjóðarhátíðina, helt Óli leiðina vestur á Flogvøllin og síðani til nýggja heimstað sín, Århus.
Áður hevði fyrrverandi felagið hjá Toda Jónssyni, Lyngby, eisini sýnt áhuga í verjuleikaranum. Her var talan tó ongantíð um nakað ítøkiligt tilboð. Óli hevði á veg heim frá eini landsliðsferð vant við felagnum, men spurdur um hann kundi hugsað sær at komið niður, svaraði hann nei ta ferðina, og sostatt var tað ævintýrið av ongum.
Gekk upp á stás
Danska kappingin var júst farin í gongd um hetta mundi, og tí var kanska væntandi, at tað fór at taka eitt sindur av tíð, áðrenn nýggi leikarin var komin í somu venjingarstøðu sum liðfelagarnir.
Rudbæk vísti tó nýggja keypi sínum stórt álit, og eftir góða viku í Danmark, taldist Óli Johannesen longu millum nøvnini á dómaraseðlinum. Avrikini mundu eisini vera á eini leið. Donsku fjølmiðlarnir lótu í øllum førum væl at føroyinginum, og lokala blaðið, Århus Stiftstidende, hevði enntá eina heila síðu um Óla undir yvirskriftini »Klippen fra Færøerne«.
Stutt undan vetrarsteðginum varð hann tó settur av liðnum, og síðani hevur tað ikki eydnast honum at koma á besta liðið aftur.
Spurdur um hetta hevur verið honum eitt vónbrot svarar Óli, at tað hevur tað ikki.
- Eg hevði slettis ikki væntað at fingið nakran sum helst møguleika fyrsta hálva árið, so í byrjanini var eg bara glaður um, at tað gekst somikið væl. Hinvegin er tað sjálvandi keðiligt, tá man ikki er á liðnum, men tað er als ikki soleiðis, at eg nú havi ætlanir um at rýma, ella krevji at verða settur á sølulistan, greiðir Óli frá. Tað er bert eitt at gera, og tað er at koyra á.
Tá vit prátaðu við Óla, hevði AGF júst fingið nýggjar venjarar, eftir at Peter Rudbæk hevði fingið sekkin. Tískil var kanska nærliggjandi at spyrja, hvørt hann væntaði at hetta fór at betra um møguleikar hansara at koma á besta liðið. Til hetta svaraði hann, at hann bert hevði vant einar tvær ferðir undir nýggja venjaraparinum, áðrenn hann fekk knæskaðan, sum hann í løtuni dregist við, og at hann tískil slettis ikki hevði gjørt sær nakra tankar hesum viðvíkjandi.
Fjølmiðlarnir hava ikki ávirkað
Júst venjaraspurningurin, er saman við fíggjarligu støðuni, evnini, sum donsku fjølmiðlarnir hava sett í samband við AGF seinastu tíðina, og vit spurdu eisini Óla, hvørt hetta hevði ávirkað gerandisdagin í felagnum.
- Sjálvandi hava vit hoyrt og lisið, hvørjar hugsanir fjølmiðlarnir hava gjørt sær á hesum økjum. Eg haldi tó ikki, at hetta hevur ávirkað okkum nakað serligt. Heldur er tað soleiðis, at hesi mál eru blást upp í pressuni.
Vit hava alla tíðina fingið greið boð frá leiðsluni og stjóranum, so vit hava verið fult kunnaðir alla tíðina, og tað hevur ongantíð verið soleiðis, at vit eitt nú hava verið bangnir um, at lønin ikki skuldi verða útgoldin ella nakað tílíkt. Sostatt hava vit alla tíðina kunna savnað tankarnar um fótbóltin, meðan restin hevur verið upp til teirra, sum eru sett at taka sær av ymsu málunum.
Hálv kollvelting
Spurdur um tað var ein stór umvelting at skula fara úr heimliga umhvørvinum niður á meginlandið at royna seg svarar Óli, at tað var tað uttan iva.
- Bara støðið her niðri er nógv hægri, og tað í sjálvum sær var ein stór broyting. Eisini hevur tað havt nógv at siga, at man nú bert skal hugsa um fótbólt. Tað er ikki eins og har heima, at tú bara møtir upp til venjing, og so ikki hugsar so nógv meira um tað. Nú er tað eitt fulltíðar starv, og tað merkir eisini, at tú mást liva hareftir. Eitt nú við at eta rætta matin, fáa nóg nógva hvíld o.s.fr.
Harumframt er tað eisini eitt sindur løgið, at man nú hevur so nógva frítið. Ikki tí, eg geri ikki endiliga so nógv í frítíðini. Spáki onkrar túrar í býnum og lesi onkra bók. Gentan, Randi, arbeiðir seinnapart, so vit hava aloftast frí fyrrapartin, so í so máta passar tað mær fínt.
Sjálvandi er tað eisini ein gamal dreymur at sleppa at royna hetta lívið. Tað er tað allarhelst hjá teimum flestu, so tað er bara heilt stuttligt at fáa loyvi til at kunna hugsa 100% um fótbóltin.
Góðar umstøður
At leikararnir veruliga kunnu nýta alla orkuna til fótbóltin er eisini eyðsæð, tá vit saman við Óla fóru ein túr út á ítróttastadion í Århus.
Ikki tí, vøllurin verður bert nýttur, tá dystur er, men tað var beinanvegin greitt, at tað er himmalvíður munur á umstøðunum hjá leikarum heima og so í einum donskum superligufelagi.
Í løturni eru menn í ferð við at umbyggja stadion, og tí var onnur endatribunan skrødd niður, tá vit vóru har, men báðar langsíðurnar, har tað bert vóru sitipláss, vóru væl snotuligari enn tað, sum vit vanliga síggja á okkara leiðum.
Serlig sitipláss til sonevndu VIP?ararnar vóru sjálvandi eisini gjørd, og harumframt vóru ítróttahallir og høli til styrkisvenjing bygd saman við stadion.
Umframt alt hetta, so hava leikararnir hjá AGF í vetur havt tann fyrimun, at teir hava vant innandura á graslíkisvølli, soleiðis at veðrið ikki kemur tvørt fyri tá venjast skal.
- Alt rundan um leikararnar er nógv meira proffesionelt, og hetta er sjálvandi eisini við til at hækka støðið. Tá vit koma til venjing, skulu vit stórt sæð bert hava okkum sjálvar við, og er okkurt áfatt, eru bæði massørur og lækni til staðar, so allir skaðar fáa viðgerð beinanvegin. Matur er at fáa millum venjingarnar, hvílirúm er eisini so í tí stóra og heila verður alt gjørt til tess at vit skulu vera so væl fyri, sum tað á nakran hátt er gjørligt.
Hugsar ikki um stigatalvuna
Spurdur, um tað hevði nakra ávirkan, at AGF í løtuni er finna dekan og niðarliga á stigatalvuni. Um tað kanska var soleiðis, at hann kanska hevði væntað eina øðrvísi støðu, tá hann gjørdi av at fara niður.
- Eg veit ikki um eg hevði hugsað so nógv um henda partin, áðrenn eg fór niður. Eg hugsaði meira um at sleppa at royna hetta lívið, og eisini at royna meg sjálvan. Tá eg so kom á liðið, royndi eg at savna tankarnar um at halda plássið, og nú royni eg so at vinna tað aftur. Sostatt havi eg nærum ikki havt stundir til at hugsa um, hvørt vit liggja fremstir ella aftastir, greiðir Óli frá.
Tá prátið fellur á, at hann vildi royna seg á hesum støðinum, spurdu vit eisini, um støðið á landsliðnum ikki eisini er høgt. Til hetta svarar hann, at sjálvandi er tað tað.
- Tað er tó ikki so ofta, og tá tað bara er nakrar fáar ferðir um árið, so eru eisini betri stundir til at seta seg upp til uppgávuna. Her skalt tú vísa nakað hvønn dag, so tað er á ein øðrvísi hátt.
Landsliðið altíð spennandi
Um landsliðið sigur Óli annars, at tað fyri seg altíð er ein æra at umboða Føroyar á hesum støði. Tó heldur hann, at bólkurin, sum Føroyar nú eru komnar í, kundi verið meira spennandi.
- Eg haldi tó at tað verður spennandi at royna seg móti Sveis og Luksemburg, sum vit ikki hava spælt móti áður. Serliga haldi eg tað er fínt, at vit hava fingið eitt av teimum veikaru liðunum, sum vit eiga at fáa stig ímóti, og so kunnu vit hopa, at vit klára at hvøkka okkurt av teimum stóru liðunum.
Eg haldi tað tó vera eitt sindur keðiligt, at vit ikki kunnu fáa Ongland ella okkurt líknandi mótstøðulið.
Sum sagt, so haldi eg tað altíð vera spennandi at umboða Føroyar í altjóða høpi, og tað ætli eg mær at halda fram við, so leingi eg fái loyvi til tess, sigur Óli Johannesen at enda.
----------------------------
Dámar væl sum fótbóltseinkja
Tá Óli gjørdi av at fara niður, viðførdi hetta eisini eina nýggja tilveru fyri gentu hansara, Randi Weihe
Randi heldur tó als ikki, at sonevnda lívið sum fótbóltseinkja kann tykjast ov einsligt.
Eingin ivi
Tá Óli fór niður at royna seg í fremstu donsku røðini, var eingin ivi hjá Randi um, at hon eisini skuldi fara við. Nakað eftir at Óli var farin, kom hon so eisini til Århus, og tey bæði hava funnið seg til rættis í eini hugnaligari íbúð í býnum.
- Eg haldi tað bara vera gott, at Óli á henda hátt kann liva av tí, sum honum dámar best, greiður Randi frá.
Ikki einsligt
Hon sigur seg einki hava merkt til, at Óli er ov nógv heimanífrá, nú hann er vorðin yrkisleikari.
- Heldur er tað kanska hinvegin, sigur hon við einum smíli. - Áður var tað jú soleiðis, at so at siga øll frítíðin fór avstað við fótbóltinum, men nú er fótbólturin starv hansara, og tí síggi eg nógv meira til hansara í frítíðini.
Hon heldur ikki tað bilar, at venjingin viðførir, at tað kann verða trupult at fáa tveir samanhangandi frídagar. Hetta kann kanska gera tað trupult at vitja skyldfólk í t.d. Keypmannahavn, men onkuntíð liggur hetta kortini fyri, og so er bara at nýta møguleikan heldur Randi.
Dámar væl
Hon heldur, eins og Óli, at tey eru follin væl til í danska gerandisdegnum.
Sjálv arbeiðir hon seinnapart, so aloftast lagar tað seg soleiðis, at tey bæði kunnu hava frí fyrrapartin.
Hesir fyrrapartarnir verða nýttir til at hugna sær saman. Fyrstu tíðina hava tey serliga spákað runt í býnum, fyri at kunna seg við tað, sum fyriferst, og annars bara til at hava tað gott..
Fótbóltseinkja heldur Randi seg sostatt als ikki vera, og í øllum førum heldur hon tað minni, nú fótbólturin er vorðin fulltíðaryrkið hjá drongi hennara.
-----------------------
Fer aftur til Danmarkar
Síðani greinarnar á hesum síðum vórðu skrivaðar, hava AGF og TB gjørt leigusáttmála um Óla, men sjálvur sigur hann, at ætlanir hansara í AGF framvegis eru tær somu, sum nevndar eru í greinini
At broytingarnar í fótbóltsheiminum ganga skjótt fyri seg, eru hesar síður eitt sera gott dømi um.
Síðani greinin varð skrivað, er Óli afturkomin, og vit hava aftur spurt hann, hvørjar ætlanir hansara nú eru.
Óbroyttar
- Einki er broytt við ætlanum mínum, greiðir Óli frá.
Komandi tveir mánaðirnar eri eg læntur til TB, men eftir hetta gongur leiðin aftur Danmarkar, har eg skal royna at vinna mær fast pláss á liðnum, greiður Óli frá.
Skaðin forðaði
Annars greiður hann frá, at orsøkin til, at hann nú er at síggja við TB liðnum er skaðin, sum hann fekk fyri knøppum mánaði síðani.
-Sum er, ganga kanska tvær vikur, áðrenn eg aftur eri 100%, og tá eru bert einir tríggir dystir eftir í Danmark.
Óli er annars sera harmur um, at skaðin skuldi koma júst nú. AGF hevur júst skift venjarar, og áðrenn hann setti kósina móti Føroyum, fekk Óli at vita, at hevði skaðin ikki forðað tí, skuldi hann vera við, tá AGF á útivølli leikti móti Herfølge.
Sjálvandi keðiligt, men kanska eisini við til at styrkja um vónirnar fyri superligufótbólti komandi kappingarár.