Sosialistiska forsetavalevnið í Fraklandi, François Hollande, hevur sagt, at fólk við sera stórari inntøku skulu rinda 75 prosent í skatti, men nú leggur hann afturat, at tey, sum hava stóra inntøku av at spæla fótbólt, skulu fáa frávik frá regluni.
Hollande hevur sagt, at hann ætlar at krevja 75 prosent í skatti frá teimum, sum forvinna meiri enn eina millión evrur um árið, og at hetta serliga kom at umfata múgvandi vinnulívsfólk og ríkfólk annars. Men síðani hava fleiri víst á, at ein tílík skattaskipan verður óheppin fyri franskan fótbólt, tí at summir fótbóltsspælarar forvinna heilt upp í tvær milliónir evrur um árið.
François Hollande sigur við útvarpið Europe 1, at hann er sinnaður at endurskoða uppskot sítt, so tað ikki órógvar fótbóltin.