Fótbóltsvenjarar møtast til fyrilestrar páskaaftan

(Rás2) Hoyr samrøðu við Frankie Jensen frá fótbóltsvenjarafelagnum

Páskaaftan seta føroyskir fótbóltsvenjarar hvørjum øðrum stevnu í Havn.

 

Á skránni verða fyrilestrar og framløgur. Og hesaferð verða tað Maurice Ross, venjari hjá Víkingi og Heimir Guðjónsson, venjari hjá HB sum koma at greiða frá sínum upplivingum av føroyskum fótbólti, og hvat kann broytist og betrast.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Frankie Jensen frá fótbóltsvenjarafelagnum greiða frá. Samrøðan var gjørd í sendingini SportBoxin á Rás2 fríggjadagin seinnapart.