Fútin ger einki við homoFObia

Fútin metir ikki grundarlag vera fyri at ákæra Ole Wich fyri at hava misbrúkt Merkið, og tí verður ikki meira gjørt við málið

MENTANARSTRÍÐ
 
Herfyri varð nógv kjakast um listamannin Ole Wich, eftir at hann hevði tvinnað Merkið saman við orðinum homoFObia.
Hetta dámdi ikki Bill Justinussen, løgtingsmanni fyri Miðflokkin, sum í almennum brævi heitti á fútan um at reisa ákæru ímóti Ole Wich.
Men eins og fútin ikki metti tað vera grundarlag fyri at ákæra Mogens Tilsted Christensen, hvalvíkarprest, fyri at hava mælt til, at samkynd ikki kunnu fáa størv sum lærarar og námsfrøðingar, verða listaverkini hjá Ole Wich heldur ikki mett sum lógarbrot.
Av Fútaskrivstovuni verður sagt, at tey sjálvsagt hava lisið áheitanina hjá Bill Justinussen í bløðunum, men at hetta verður mett sum eitt mentanarpolitiskt kjak, ið tey ikki vilja leggja seg útí.
Ole Wich er tó ikki tann einasti listamaðurin í danska ríkinum, sum í hesum døgunum verður vigaður av løgregluni. Herfyri varð danski filmsleikstjórin Lars von Trier meldaður til politiið, eftir at hann í einum sjónbandi hevði klipt tann hvíta krossin úr Dannebrog og síðani seymað tey reyðu pettini samanaftur til eitt reytt flagg, meðan Internationali varð spældur. Hetta gjørdi hann, av tí at ein av hansara filmun varð valdur at vera við í tí sonevndu mentanarkanonini, sum danski mentamálaráðharrin Brian Mikkelsen setti í verk.