ÍF ætlar sær stig í Gundadali

HB er oddalið, og hóast tvey tey næstu í røðini síðsta vikuskifti tóku seg eitt sindur nærri toppinum, so sigur stigatalvan, at HB er favorittur at vinna enn eitt meistaraheiti.

Seinastu vikuna hevur HB luttikið í europeisku kappingini. Úrslitini vóru einki at reypa av, men HB venjarin, Sámal Eril Hentze, heldur, at avrikið í gjárkvøldið var væl betri, enn tølini siga:

- Tað hevur ikki verið ofta í mínum venjarayrki, at tað hevur verið so stórur misvísningur millum avrik og úrslit, sigur HB venjarin, sum ikki stúrir fyri, at spælararnir hjá honum fara at vera moyrir av europeiskum fótbólti.

Fótbóltslagið í Fuglafirði er gott, eftir at ÍF sunnudagin vann trivaligan sigur á heimavølli ímóti 07 Vestur.

Tað tykist hava verið við til at seta mót í fuglfirðingar, at gamli ÍF stórspælarin Abraham Løkin er komin at hjálpa til við venjingini. Í hesi vikuni hevur Abraham tó ikki verið til venjingar í Fuglafirði, tí hann er staddur í Lyngby við U-19 landsliðnum. Abraham verður tó í Gundadali sunnudagin.

Síðsta sunnudag spældi Rógvi Jacobsen í ein lítlan hálvan tíma. Hann hevur vant við fullari ferð í hesi vikuni, og tað verður roknað við, at hann fer at spæla meiri enn ein hálvan tíma ímóti HB.