Ólavsøkukabarettin plagar at vera ein fastur táttur á ólavsøkuni – og tað verður hon aftur í ár. Ein kabarettbólkur er skipaður, og tey eru farin at fyrireika kabarettina, ið, enn sum áður, verður í sjónleikarhúsinum. Í ár eru tað Bjørk Búadóttir Tórgarð, Edvin H. Niclasen, Elias Magnussen, Johanna Roos Slættanes og Katrin Joensen-Næs, sum manna kabarettina – og tað Katrin Joensen-Næs, sum eisini leikstjórnar hana.
Tónleikinum standa Vinjar Egilsnes Petersen og Kristian Pauli Ellefsen fyri, Turpin Djurhuus stendur fyri ljósinum og tað er Havnar Sjónleikarfelag, sum stendur fyro øllum tiltakinum.
Kabarettin verður víst í fimm dagar rundan um ólavsøkuna. Frumsýningin verður mikukvøldið, 27. juli og seinasta framførðslan verður 31. Juli. Men báðar ólavsøkudagarnar verða tvær sýningar, so tilsamans verður hon víst sjey ferðir hesar dagarnar.