Fáa alsamt fleiri áheitanir

Í fyrradagin lat felagsskapurin Kris upp í Havnini. Við nýggju hølunum víðkar Kris um virksemi.

Í fyrradagin lat felagsskapurin Kris upp í Havnini. Felagsskapurin heldur til í sama bygningi sum hjálpartólamiðstøðin, í niðaru hædd til høgru í húsunum hjá Samkomuni Immanuel í Hoyvík.

 

Við nýggju hølunum víðkar Kris um karmarnar hjá teimum, ið søkja sær hjálp fyri seinárin av kynsligum ágangi. Ætlanin er eins og í hølunum í Runavík at arbeiða við samrøðum, viðgerðum og bólkum. Kris leggur tó dent á, at hølini í Havnini koma aftur at hølunum í Runavík. Ongar ætlanir eru um at skerja virksemi í Runavík.

 

Kris Føroyar byrjaði í 2000 og hevur tí 15 ára føðingardag 15. septembur í ár. Gvøðbjørg West, dagligur leiðari, sigur, at tey hava merkt økjandi áhuga fyri virkseminum øll árini.

 

Seinastu tíðina hevur felagskapurin eisini verið meiri frammi í fjølmiðlum og gjørt meiri vart við seg á annan hátt. Hetta hevur óivað hjálpt fólki at tora at seta seg í samband við KRIS.

Kris Føroyar skipar millum annað fyri almennum fundum, har persónar, ið eru offur fyri kynsligum ágangi fortelja sína søgu. Eisini skipar felagsskapurin fyri eini stuðulskonsert hvørt heyst.

 

Seinastu tíðina hava tey í KRIS merkt eina broyting í hvørji tey eru, sum seta seg í samband við tey. Tey fegnast um at aldurin lækkar á teimum, ið venda sær til KRIS, tað vil siga, at tey bíða ikki líka leingi við at traðka fram og søkja hjálp. Fólk mugu vera 18 ár, áðrenn tey kunnu venda sær til KRIS. Men tað eru fleiri ung fólk, ið søkja hjálp í mun til áður, siga tey á KRIS.

 

- Enn eru tað flestar kvinnur, ið venda sær til okkara, men tað eru eisini flest kvinnur, ið verða misnýttar. Í seinastuni er talið av monnum, ið venda sær til okkkara, tó vaksið nakað, sigur Beinta M. Pedersen, forkvinna í KRIS.

 

Tá onkur vendir sær til KRIS við síni søgu, so hava vit fyrst einsæris samrøður við tey í eina tíð. Onkur fáa eisini tilboð um at tosa við sálarfrøðing. Síðani bjóðar KRIS teimum at gerast partur av einum sjálvhjálparbólki. Í hesum bólkunum møtast fimm, ið hava verið fyri kynsligum ágangi við einum leiðara, til bólkasamrøður. Bólkarnir eru til at vera hjálp til sjálvhjálp.

               

Kris Føroyar hevur eina játtan á fíggjarlógini áljóðandi 500.000 krónur, sum tey fegnast um.

 

Um virksemi framyvir ynskja tey, ið starvast á KRIS fyrst og fremst, at seta á stovn eitt veristað til tey sjálvi og tey, sum venda sær til felagskapin at fáa hjálp. Tað er næsta stigið, sum arbeitt verður framímóti.

 

- Millum 90 og 100 persónar hava sett seg í samband við okkum hetta seinasta árið, siga Beinta M. Pedersen, forkvinna í Kris, sum saman við dagliga leiðaranum Gvøðbjørg West og øðrum stuðulsfólkum í felagsskapinum, tóku ímóti fólki, ið komu á gátt í nýggja hølinum.