Føroya Arbeiðarafelag og Súlan, sum er fakfelagið hjá flogternunum hjá Atlantsflogi, eru nú komin ásamt um nýggjan sáttmála. Nýggi sáttmálin gongur til 1. november í 2016 . Frá 1. november í ár, fáa flogternurnar eina lønarhækking á 1,98 % og 1. November næsta ár, hækkar lønin aftur 2,25 %. Hetta er sostatt sami karmur, sum semja hevur verið um í undarfarnu samráðingum Føroya Arbeiðsgevarafelags og tað er sostatt enn eitt dømi um, at tað eru tey fyrstu feløgini, ið samráðast, sum í veruleikanum gera av, hvussu stóra lønarhækking, øll hini feløgini eisini fáa. |