Sum siður er skipar Havnar Svimjifelag fyri ólavsøkusvimjing aftan á kappróðurin.
Hóast svimjingin verður bólkað sum kapping, so verður dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og dáma at svimja – um tað er fyri at kappast ella ei. Høvuðsendamálið er at luttaka, at røkka málinum og fáa eitt gott upplivilsi á sjónum. Øll, ið koma á mál fáa heiðursmerki fyri luttøku.
Soleiðis skrivar Havnar Svimjifelag.
Tey siga, at hóast seinasta freist at melda til er farin, so strekkja tey seg altíð, um onkur kemur drússandi.
– Hetta er ordiliga festligt. Hygg bara at myndini. Úr føroyska búnanum ein løtu, leypa á bláman, svimja 400 metrar og so skola sær við einari kaldari spuluslangu aftaná. Í aftur búnan, og so kann ólavsøkan byrja, skrivar felagið.
Kunningarfundur um svimjingina verður í svimjihøllini í Gundadali í kvøld klokkan 20.30.
Kappingin er skipað í seks bólkar:
– Kvinnur 24 ár og yngri
– Kvinnur Masters 25-49
– Kvinnur Masters 50 ár og eldri
– Menn 24 ár og yngri
– Menn Masters 25-49
– Menn Masters 50 ár og eldri
Hóast svimjingin verður bólkað sum kapping, so verður dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og dáma at svimja – um tað er fyri at kappast ella ei. Høvuðsendamálið er at luttaka, at røkka málinum og fáa eitt gott upplivilsi á sjónum.
– Øll, ið koma á mál fáa heiðursmerki fyri luttøku, skrivar Havnar Svimjifelag.
Svomið verður beint aftaná kappróðurin frá rampuni ytst á Molanum og inn í Krókin við Havnarskrivstovuna. Teinurin, ið svomin verður er 400 metrar.
Svimjarar skulu ganga út á endan á Molanum og vera har í seinasta lagi, tá ið triðseinasti róður byrjar. Svimjarar skulu allir vera í talmektu hettuni, ið teir fáa útflýggjaða.
Startað verður í sjónum. Málið er allur bryggjukanturin í Krókinum (tann, sum skipini bakka ímóti). Nert við betongið. Rópa navnið og royn og gev teg til kennar við at hyggja upp, so vit fáa andlitið á video.
50 og 100m merkir eru á keikantinum allan vegin.
Trygd og ábyrgd
Lækni, sjúkrasystrar og hjálparfólk eru á landi og í bátum. Tey eru í HS eyðkennisvestum. Bátar tryggja, at óviðkomandi bátar verða hildnir vekk.
Hóast vit seta trygdina í hásæti, so eru viðurskiftir á sjónum, ið vit ikki fáa stýrt, og sum kunnu vera vandamikil. T.d. kemur fyri, at bátar sigla skjótari enn loyvt er og harvið gera stórar aldur. Neyðugt er tí, at hvør einstakur syrgir fyri at hava nóg stóra frástøðu til keiina. Umráðandi er, í heila tikið, at vera umhugsin á sjónum.
GG! HEVUR TÚ TØRV Á HJÁLP, SO SIGNALERAR TÚ HETTA VIÐ AT LEGGJA TEG Á RYGGIN OG VEIPA VIÐ ØRMUNUM!
– Tá tú velur at luttaka, so gert tú tað undir egnari ábyrgd. Fært tú skaða í hesum sambandi, so taka vit sostatt ikki ábyrgd av skaðanum, skrivar Havnar Svimjifelag.
Heiðursmerkir verða handað so skjótt sum úrslitið fyriliggur. Tá verða eisini øl, vatn og okkurt sterkari.
Ólavsøkusvimjingin úr einum søguligum sjónarhorni
Við ólavsøkusvimjingini í 2010 tók Havnar Svimjifelag upp aftur gamla siðvenju. Fyrstu ferð fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku var í 1912. Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á ólavsøku. Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949 og fram til 1959, tá ið nýggi hylurin í Gundadali stóð liðugur, hevði Havnin ongan hyl.
Í 1951 varð tí aftur farið á sjógv at svimja kapp. Seinastu ferð, áðrenn 2010, fyriskipað kappsvimjing var á sjónumn á ólavsøku var á Vestaru Vág í 1954, skrivar Havnar Svimjifelag.











