07 Vestur má nú taka eitt tørn í 1. deild, har teir skulu kappast við B68 og B71 um at flyta upp í Betrideildina aftur, og vágamenn hava longu brynjað seg til uppgávuna.
Í formansrunduni á FM1 greiddi formaðurin í 07 Vestur, Jim Sonni Guttesen frá, at teir lokalu spælararnir hava skrivað undir sáttmála til komandi ár, og dugnaligi svenski áleyparin, Ken Fagerberg hevur eisini longt sáttmálan við 07 Vestur.
Jim Sonni Guttesen er ikki í iva um, at 07 Vestur er greiður favorittur at vinna 1. deild í 2019. Gott fólk er á veg í yngru deildunum, og Jim Sonni hevur vónir um, at um nøkur ár kann 07 Vestur kappast við HB um FM.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Jim Sonna Guttesen.