Faknevndin, ið landsstýrismaðurin velur, hevur fimm limir, sum skulu vera granskarar ella vera granskingarkønir. Verandi nevndarlimir hava øll granskaraútbúgving (ph.d.). Faknevndin er tilnevnd fyri tíðarskeiðið 1. juli 2021 - 31. juli 2024.
Á fundinum nýtti faknevndin høvið til at greiða landsstýrismanninum frá um stuðulsskipanina og virksemi. Gott og áhugavert orðaskifti var um, hvørjir møguleikar, ynski og mál, faknevndin sær sum týdningarmikil at raðfesta á granskingarøkinum.
Faknevndin vísti eisini á týdningin av, at virksemið er skipað í grunni, sum kann fíggja verkætlanir yvir fleiri ár og á fakligu metingarskipanina, sum er við til at góðskutryggja og hækka dygdina á verkætlanum. Stuðulsskipanin til gransking hevur m.a. serliga havt stóran týdning fyri at seta nýggjar granskarar við. Til tess at seta ferð á føroyska gransking, og gera okkum meira galdandi altjóða, er tilmælið og framtíðarvónirnar, at stuðulsjáttanin til gransking, menning og nýskapan verður hækkað munandi beinanvegin og síðani við eitt nú 10% árliga fram til 2030.
"Eg fegnist um góða virksemi hjá faknevndini fyri stuðli til gransking til frama fyri at menna og dugna alt føroyska samfelagið. Sum landsstýrismaður í granskingarmálum fari eg at gera mítt til, at almenni stuðulin til gransking so líðandi og miðvíst kann hækka”, sigur Djóni Nolsøe Joensen.