Ein vøruvongur koyrdi seinnapartin inn í eina mannamúgvu í býnum Münster í Týskalndi, og fleiri fólk eru sambært løgregluni eru deyð.
Her er eitt yvirlit yvir tað, sum vit vita higartil.
• Minst trý fólk eru deyð av bilálopinum
• Umleið 20 fólk eru skadd í hendingini, upplýsir týska løgreglan
• Ein mistonktur, sum koyrdi vøruvognin, er deyður. Hann skeyt seg sjálvan, upplýsir løgrglan.
• Tungtvápnað løgreglað og sløkkiliðsmenn í hópatali eru á staðnum.
• Í kvøld er ein blóðbanki í Münster opin í sambandi við álopið.
Her er eitt yvirlit við lýsingum, sum ikki eru váttaðir:
• Hjá seks av teimum 20 skaddu er støðan álvarslig. Tað skrivar blaðið Bild, men løgreglan hevur enn ikki váttað upplýsingarnar.
• Sambært týsku løgregluni er helst talan um eitt álop.
• Einki benir á, at álopið í Münster í dag er ein yvirgangsatsøgn. Tað metir týska løgreglan sambært blaðnum Süddeutsche Zeitung.
Sambært blaðnum er illgerðarmaðurin týskari, føddur í 1969 og hevur havt sálarligar trupulleikar. Løgreglan er í kvøld við at kanna heimið hjá illgerðarmanninum.
• Myndugleikarnir kanna leysasøgur um, at teir persónar kunnu verða flýddir frá vøruvogninum.
• Tað liggur helst ein taska í bilinum. Kanningar verðs sambært Bild gjørdar á staðnum, sum løgreglan hevur sperrað av.
• Uttanríkisráðið veit enn ikki, um nakar danskur ríkisborgari hevur verið á staðnum.
Keldur: dpa, Bild, Süddeutsche Zeitung
/ritzau/