Falli ikki í fátt

- Eg taki kanningina sum eina ábending um, at eg má gera meira í valstríðnum. Og eg falli í hvussu er ikki í fátt, sigur Heidi Petersen Millum tey mongu, sum sambært veljarakanningini hjá Sosialinum ikki sleppa aftur á ting, er umboðið hjá Tjóðveldi í Norðurstreym, Heidi Petersen. Men hon missir ikki pippið av tí.

- Eg taki hetta sum eitt hint um, at eg má gera meiri í valstríðnum, sigur Heidi Petersen.

Hon heldur ikki, at Tjóðveldi hevur fokuserað upp á persónar heldur enn upp á politikkin hjá flokkinum. Tvørturímóti.

- Vit hava fordeilt uppgávurnar sera væl so ølle ru sloppin framat. Tað eru tekin um, at aðrir flokkar hava valt at fokusera meiri upp á persónar heldur enn flokkin, men soleiðis er tað ikki hjá okkum, sigur Heidi Petersen.

Tað, at Føroyar nú eru eitt valdømi, broytir viðurskiftini hjá teimum, sum eru stillað upp í útjaðaranum, men tað sær Heidi Petersen ikki sum nakran trupulleika.

- Mítt øki er ikki so stórt, og tí má eg fáa atkvøður aðrastaðni í landinum, skal eg koma inn. Ella mugu fólk í økinum standa betri saman. Men tað er í lagi, tí tað eru treytirnar, og eg ræðist so ikki kapping, sigur Heidi Petersen.

Hon vónar samstundis, at fólk ikki bara hugsa um flokkin, men eisini um at hava góða breidd í flokkinum.

Undir øllum umstøðum ætlar Heidi Petersen ikki at tveita handklæðið í ringin, men fer at stríðast víðari við góðum treysti.