Familja hjá offri stoytt av vitnisburði hjá Epstein-felaga

Familjan hjá deyðu Virginia Giuffre heldur, at felagin hjá Epstein við samrøðu kann umskriva søguna

Virginia Giuffre, sum skuldsetti ríkmannin Jeffrey Epstein fyri at hava brúkt hana sum kynstræl, doyði fyrr í ár fyri egnari hond. Hon sæst her tosa á tíðindafundi í 2019. - Mynd: Bebeto Matthews/Ritzau Scanpix

Familja hjá deyðu Virginia Giuffre harmast um avgerðina hjá amerikansku myndugleikunum um at lata vitnisburðin hjá dømdu kynsbrotskvinnuni Ghislaine Maxwell út.

Tað skrivar familjan í eini fráboðan sambært NBC News.

Tað gevur Maxwell, sum varð dømd fyri at hava funnið og manipulerað gentur til at hava sex við fíggjarmanninum Jeffrey Epstein, møguleika at "umskriva søguna", sigur familjan.

- Innihaldið í hesum avskrivingum er í beinleiðis andsøgn við dómin hjá brotskvinnuni Ghislaine Maxwell fyri kynsligan handil við børnum.

- Hendan rættvísisparodiin kollveltir fullkomiliga upplivingarnar hjá teimum mongu djørvu ofrunum, sum settu sína trygd og lív í váða fyri at tryggja hennara sannføring, eisini systur okkara, heldur hon fram.

Varaløgmálaráðharrin, Todd Blache, avhoyrdi Maxwell yvir tveir dagar í farna mánaði.

Fríggjadagin gav Løgmálaráðið út avrit av samrøðuni. Í henni avsannaði Maxwell fleiri áskoðanir um brotsverk, sum hon og Epstein hava verið ákærd fyri at hava framt, eitt nú móti Giuffre.

Í henni segði Maxwell millum annað, at pástandirnir hjá Giuffre um, at bretski prinsur Andrew, neyðtók hana, ikki halda.

- Eg haldi, at alt hetta málið er tilgjørt, og eg kann vísa á nøkur møgulig staðfestandi prógv fyri tí, segði hon sambært NBC News.

Giuffre hevur í fleiri ár hildið fast um, at Andrew prinsur neyðtók hana í 2001, tá hon var 17 ára gomul.

Bretski prinsurin, sum er beiggi Charles kongs, noktaði fyri, at tað var hent, men prinsurin endaði við at gera semju við Giuffre.

Familjan hjá Giuffre heldur, at varaløgmálaráðahrrin ikki nóg væl útfordraði pástandunum hjá Maxwell undir samrøðuni.

Gjøgnum alla samrøðuna helt Maxwell fast um sítt sakloysi. Hon nart eisini við leiklutin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, í málinum.

- Eg sá ongantíð Trump forseta í óhóskandi umhvørvi, segði hon sambært tíðindastovuni Reuters.

Virginia Giuffre tók sítt egna lív fyrr í ár sum 41 ára gomul.

Giuffre ákærdi milliardingin Epstein fyri at brúka hana sum kynstræl.

Maxwell og Epstein vóru eitt ríkt og valdsmikið par, sum skipaði fyri veitslum og øðrum tiltøkum fyri elituni.

Trump er komin í ljósmálan fyri sambandið við Epstein, sum hann er saman við í videoupptøkum og myndum.

Forsetin segði undir valstríðnum í 2024, at hann fór at geva út skjøl úr Epstein-málinum, men bakkaði seinni aftur við teirri grundgeving, at hann ikki fór at gera tað, um skeivt tilfar var millum skjølini.

Fleiri ónevnd embætisfólk hava sagt við blaðið The Wall Street Journal, at navnið á Trump er í skráunum hjá Epstein.

 

/Ritzau/

 

Virginia Giuffre, sum skuldsetti ríkmannin Jeffrey Epstein fyri at hava brúkt hana sum kynstræl, doyði fyrr í ár fyri egnari hond. Hon sæst her tosa á tíðindafundi í 2019. - Mynd: Bebeto Matthews/Ritzau Scanpix