RÁÐSTEVNA
Seint í summar verður stór norðurlendsk ráðstevna hildin í Norðurlandahúsinum í Føroyum fyri psykiatriskar sjúkrasystrar. Evnið á ráðstevnuni er familjan - ein møguleiki ella ein forðing, ásannandi, at familjan spælir ein størri leiklut í dag í viðgerðini av tí sálarsjúka.
Skráin fyri ráðstevnuna, ið verður í døgunum 29. august til 1. september, fevnir yvir tríggjar dagar og er rættiliga rúgvismikil.
- Tað hevur stóran týdning fyri fakligu menningina hjá teimum, sum arbeiða í psykiatriini, at ein ráðstevna av hesum slag verður hildin í Føroyum. Tað er avgjørt umráðandi at ljóskastarin verður settur á psykiatriina. Ikki minst nú Heimsheilsustovnurin WHO hevur lýst árið í ár sum alheims sálarheilsuár. Onkusvegna verður hetta økið undirmett og ikki virt so nógv. Vit skulu stríðast fyri okkara faki rættiliga nógv. Við ráðstevnuni vóna vit, at politikarar, myndugleikar og onnur lata eyguni upp fyri psykiatriini. Á øðrum deildum á Landssjúkrahúsinum verður tosað um at skifta tól út og annað. Á psykiatrisku deild eru vit starvsfólk tólini. Orkan liggur bara í okkum starvsfólkum, sigur Eydna Iversen, nevndarlimur í felagnum Føroyskar Psykiatriskar Sjúkrasystrar, stytt FPS. Felagið varð stovnað í 1995 og hevur 50 limir.
Tað er ikki av tilvild, at familjan er sett á skránna fyri hesa ráðstevnuna.
- Eisini innan psykiatriina verður ásannað, at familjan er og verður ein týdningarmikil partur, tá ið ein sálarsjúkur í familjuni skal í viðgerð. Fyrr var rákið soleiðis, at tey avvarðandi vórðu sett til viks og ikki vórðu tikin við í røktini. Í dag sær psykiatriin, hvussu stórt gagn tað ger bæði fyri familjuna og tann sjúka at hava familjuna við, tí tann sjúki er mangan so illa fyri. Nógv sjúk búgva eisini heima, tí so fáir bústovnar eru í Føroyum, sigur Eydna Iversen.
Alheimskendir trupulleikar
PSSN, sum er norðurlendski felagsskapurin fyri psykiatriskar sjúkrasystrar, skipar annað hvørt ár fyri ráðstevnu av hesum slag. Hetta er fyrstu ferð, at ráðstevnan verður hildin í Føroyum. Higar koma fyrilestrahaldarar úr Norðurlondum og Onglandi, sum eru frammalaga á hvør sínum øki, at tosa um viðkomandi evni, øll í sambandi við høvuðsevnið, sum er familjan. Nina Smebye, granskingarleiðari í Noregi, fer at tosa um, tá ið mamma ella pápi eru sjúk, og Allan Holmgren, magistari í psykologi frá Keypmannahavnar universiteti, fer at tosa um familjuarbeiði, har hann tekur útgangstøði í samleika og sálarligum líðingum. Ein føroyskur fyrilestrahaldari er og tað er Tórmóður Stórá, ið er lækni undir útbúgving til serlækna í psykiatri. Hann fer at tosa um títtleikan av sjálvmorðum, sum er broyttur í vesturheiminum í áttati- og nítiárunum.
Eydna Iversen heldur ikki, at vit kunnu tosa um serlig føroysk fyribrigdi, tá talan er um psykiatri.
- Psykiatriskir trupulleikar eru rættiliga alheimskendir. Aðra staðni er stórt rúsevnismisbrúk millum sálarsjúk. So er ikki enn í Føroyum. Hjá teim sálarsjúku speglast mentanin ofta í sjúkuni, t.d. síggja vit, at sjúkan vísir seg við religiøsum árinum, sigur Eydna Iversen.
Verkstøð
Á ráðstevnuni vera eisini workshops við nógvum áhugaverdum verkevnum.
- Evnini á verkstøðunum eru øll í tráð við fyrilestraevnini, men meiri ítøkilig, har luttakararnir arbeiða við ávísum evnum. Til dømis tá ið viðgerðartilboðið ikki er nóg mikið til ta truplu familjuna, hvørji ynski og tørv hava tey avvarðandi, tá ið ein í familjuni hevur sálarliga sjúku, hvussu verður hugburðurin broyttur millum starvsfólk soleiðis at tey síggja tey avvarðandi sum samstarvspartnara, og nógv onnur evni, sigur Eydna Iversen.
Ráðstevnan er ikki eittans fyri psykiatriskar sjúkrasystrar.
- Hon er avgjørt eisini viðkomandi hjá teimum, ið arbeiða innan heimarøktina, ergoterapeutar, fysioterapeutar, læknar, sálarfrøðingar og onnur, sigur Eydna Iversen.
Enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógv fara at taka lut á ráðstevnuni, men nevndin í føroyska felagnum miðjar ímóti at hava í minsta lagi 300 luttakarar.
Hóast skráin fyri ráðstevnuna er rúgvismikil, er eisini pláss fyri undirhaldi av ymiskum slag. Listamaðurin Edward Fuglø ger huglagskollasjur undir sjálvari ráðstevnuni. Gentukórið Cantabile og Kári Sverrison syngja, og Hans Tórgarð frá Grímu framførir einmansleikin Van Gogh. Eisini verða útferðir og veitsludøgverði við øllum, ið til hoyrir. Flogfelag Føroya skipar fyri ferðunum hjá luttakarunum og fyri útferðunum. FPS hevur fingið nógvar sponsorar til ráðstevnuna.