Familjukonsert

Tann 1. og 2. desember 2007 hevur FSO eina konsertrøð við hugnaligum og løttum tónleiki fyri alla familjuna. Konsertrøðin byrjar í Ítróttarhøllini í Runavík leygardagin kl. 16.00 og endar í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn sunnudagin klokkan 16.00.

 

Skráin er fjølbroytt, m.a. fara vit at hoyra søguna um kavamannin, sirpu frá filminum Pirates of the Caribbean og eisini fara vit at hoyra 200 børn syngja kendar jólasangir saman við orkestrinum.

 

Tey luttakandi umframt Føroya Symfoniprkestur, eru stórt barnakór við 200 børnum, solistar og frásøgufólk.

 

Solistar: Alvi Joensen, guitar, Bára Berghamar Danielsen, sang

 

Frásøgufólk: Jensina Olsen

 

Dirigentur: Bernharður Wilkinson.

 

Í Ítróttarhøllini í Runavík

leygardagin 1. desember kl. 16.00

 

á Hálsi í Havn

sunnudagin 2. desember kl. 16.00

 

Kostnaður: 75 kr fyri vaksin og 50 kr. fyri børn

 

Atgongumerkini til familjukonsertirnar eru at fáa í Norðurlandahúsinum, á Kunnungarstovunum í Havn og í Runavík.