Á Tvøroyri halda tey tað vera upplagt at skipa fyri einum slíkum familjudegi, soleiðis at bæði lokal, ferðandi og onnur kunnu hava okkurt at fara til saman við børnunum

Familjutiltakið á Tvøroyri er flutt í ítróttahøllina

- Vit vóna at síggja nógv fólk í ítróttahøllini í Trongisvági í dag í tímunum frá klokkan 14-17, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Tvøroyrar Bóltfelag

 

Á Tvøroyri halda tey tað vera upplagt at skipa fyri einum slíkum familjudegi, soleiðis at bæði lokal, ferðandi og onnur kunnu hava okkurt at fara til saman við børnunum

Stóra familjutiltakið hjá TB, Tvøroyrar Bóltfelag, sum skuldi verða í miðbýnum á Tvøroyri í dag, er flutt inn í ítróttahøllina í Trongisvági.

 

Hetta tóku fyriskipararnir avgerð um, nú veðurforsagnirnar eru so ivasamar, og veðrið gjørdist heldur keðiligt til eitt uttanduratiltak í dag.

 

- Vit tóku eina spontana avgerð um at skipa fyri einum familjutiltaki á Tvøroyri, sigur leiðslan í TB.

 

Á Tvøroyri halda tey tað vera upplagt at skipa fyri einum slíkum degi, soleiðis at bæði lokal, ferðandi og onnur kunnu hava okkurt at fara til saman við børnunum.

 

- Tí vóna vit at síggja nógv fólk í ítróttahøllini í dag í tímunum frá klokkan 14-17, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Í Tvøroyrar Bóltfelag siga tey, at felagið bjóðar ókeypis vafflur, slush-ice, poppkorn, te og kaffi.

 

- Eisini verður møguligt at keypa lutaseðlar til tombola og nøkur spøl til eydnuhjólið, og her eru nógvir góðir vinningar at vinna.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at á familjutiltakinum verður bamsutombola við einari ørgrynnu av bamsum.

 

Í eydnuhjólinum eru fimm gávukort á 1000 krónur og eitt á 2000 krónur at vinna.

 

- Gávukortið á 2000 krónur hjá Hotel Hafnia kann eisini brúkast á ólavsøkubuffe'ini hjá teimum í ár, siga tey í Tvøroyrar Bóltfelag, sum skipa fyri stóra familjudegnum í Trongisvági í dag.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

Á Tvøroyri halda tey tað vera upplagt at skipa fyri einum slíkum familjudegi, soleiðis at bæði lokal, ferðandi og onnur kunnu hava okkurt at fara til saman við børnunum