Fangar í Mjørkadali skulu hava betri umstøður

Nú skal landsstýrið taka málið upp – eisini um at byggja eitt nýtt fongsul

Umstøðurnar hjá teimum, sum sita í Mjørkadali, eru ikki nøktandi. Tað er Rættarnevndin hjá Løgtinginum samd um.

Sostatt eru bæði andstøða og samgonga samd um at taka undir við einum uppskoti, sum Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum, og Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum, hava lagt fyri Løgtingið.

Tey bæði eru eisini í serligu nevndini hjá Løgtinginum, sum hevur eftirlit við føroyskum varðhaldsfangum, og tey halda, at umstøðurnar í Mjørkadali eru so vánaligar, at tey tóku tað óvanliga stig, at ein tinglimur í samgongu, Sambandsflokkinum, og ein tinglimur í andstøðuni, Javnaðarflokkinum, løgdu uppskot fyri Løgtingið í felag um at bøta um umstøðurnarnar.

Rættarnevndin sigur, at øll framkomin lond hava eitt fongsulsverk, sum kann bjóða fangunum viðgerð fyri sálarligar sjúkur ella misnýtslu. Fongulsverkið skal eisini royna at hava tilboð um útbúgvingar til fangarnar.

Varðhald hevur einki við fongsulsrevsing at gera. Tá eitt lógarbrot er framt, skal løgreglan kanna málið og er talan um álvarsamt lógarbrot, kann ákæruvaldið biðja rættin um at varðhaldsfongsla tey, sum eru undir illgruna fyri lógarbrotið.

Endamálið er at tryggja, at tey ikki fáa ávirkað kanningararbeiðið og at tryggja, at tey ikki fremja enn fleiri lógarbrot. Endamálið kann eisini vera at forða fyri, at tey rýma fyri at sleppa sær undan revsing.

Onkuntíð kemur fyri, at tað er neyðugt at avbyrgja tey, sum eru undir illgruna fyri at hava framt lógarbrot ímeðan kanningararbeiðið fer fram. Men Mjørkadalur er bæði varðhald og fongsul og tað avmarkar umstøðurnar, serliga hjá teimum, sum eru dømd at sita í fongsli. Tey verða nevniliga løgd undir næstan somu avmarkingar, sum tey sum sita í varðhaldi.

Ein onnur avleiðing av at umstøðurnar eru so vánaligar, er, at í Føroyum verður tað nógv meiri brúkt enn aðrastaðni at seta varðhaldsfangar í isolatión enn aðrastaðni.

Føroyskir lógbrótarar, sum verður dømdur at sita í meira enn eitt ár, verður sendur til Danmarkar at sita dómin. Men at verða tvingsilsflutt til Danmarkar kann følast sum ein serlig revsing.

Tí vil Rættarnevndin hava Løgtingið at samtykkja, at Landsstýrið skal kanna umstøðurnar hjá føroyskum fangum og taka stig til, at umstøðurnar verða nøktandi.

Í hesum sambandi skal landsstýrið virka fyri, at tey, sum sita fongsulsdóm í Føroyum fáa ymisk útbúgvingartilboð, og at tey verða stuðlað og hjálpt, tá ið tey verða útslúsað aftur í samfelagið

Samstundis skal Landsstýrið eisini umrøða spurningin um at byggja nýtt fongsul í Føroyum sum bæði skal húsa einum varðhaldi og einum fongsli. Og tá ið landsstýrið er liðugt við tær kanningarnar, skal tað leggja uppskot fyri Løgtingið um at seta tað í verk.

Les eisini: Støðan hjá summum fangum í Føroyum er alarmerandi

Tá ið málið herfyri eisini var til umrøðu í Løgtinginum, helt Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og formaður í Rættarnevndini hjá Løgtinginum, at vit skulu beinleiðis krevja av donsku stjórnini, at eitt nýtt fongsul verður bygt í Føroyum.

Hann segði, at tað líkist ongum, soleiðis sum umstøðurnar hjá føroyskum fangum eru. Hann vísir eisini á, at føroyingar, sum noyðast til Danmarkar at í fongsul, sita teir undir ófatiliga vánaligum umstøðum.

– Tey sum halda, at tað er ein dansur í rósum, at sita í einum donskum fongsli, skulu sanniliga trúgva umaftur, tí tað er so hart, at nógvir fangar tola tað ikki. Hesir føroysku fangarnir, sum verða sendir til Danmarkar at sita, eru garantera ikki betri menniskjur, tá ið tey koma aftur til Føroya, segði Christian Andreasen.

 Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði, at málið verður tikið upp við danskar myndugleikar í næstum.

– Eg fari at føra fram fyri danska løgmálaráðharranum, at myndugleikarnir í Føroyum hava eitt sterkt ynski um at fáa hesi viðurskifti í rættlag, segði hann.