Í september mánað vóru umboð frá suðurafrikanska filmsliðnum, Green Renaissance, í Føroyum. Filmsliðið hevði eitt endamál, og tað var at finna áhugaverdar føroyingar, sum høvdu eina serliga kveikjandi søgu at fortelja um antin seg sjálvar, lívið ella náttúruna.
Michael Raimondo var í Føroyum saman við myndamanni, og teir tóku 12 ymsar stuttfilmar upp við samrøðum við føroyingar.
- Áðrenn eg kom til Føroya, leitaði eg á internetinum eftir Føroyum, og eg fann næstan eingi videobrot ella lýsing av teimum lokalu fólkunum, sigur Michael Raimondo frá Green Renaissance, sum vónar at hesir filmarnir fara at broyta uppá hetta.
- Eg vóni veruliga, at hesir 12 stuttfilmarnir, sum vit hava gjørt, fara at geva heiminum eitt lítið innlit um tey undurfullu føroysku fólkini, sigur hann.
Les eisini: Eva greiðir frá lívinum í Stóra Dímun
Nýggjasti filmurin hjá Green Renaissance er um morgunsvimjararnar á Sandagerði og kann síggjast her. Tú kanst lesa meira um teir 12 stuttfilmarnar í Vikuskiftis Sosialinum.