Fara all in!

Millum gestirnar á G! festivalinum fekk portalurin orðið á tær fýra klaksvíksgenturnar Kate Kalsø, Anna Joensen, Elisabeth Purkhús og Eina Kalsø.

 

"Vit eru akkurát komnar, so vit hava ikki ordiliga gjørt ella hoyrt nakað enn. Men tað er einki at ivast í, at vit eru serstakliga spentar upp á festivalin í ár," sigur Elisabeth.

 

"Hinar eru spentast upp á Travis, men eg kenni teir ikki ordiliga, so sjálv eri eg spentast upp á Páll Finnur Páll. Har veit man, hvat man fær, og teir levera so at siga altíð vøruna," sigur Anna.

 

"Vit hava tjaldingarpláss, men einki tjald, so vit eru noyddar at koyra ímillum," sigur Eina flennandi, "man kann ikki vera á festival uttan at sleppa á tjaldingarøkið. Tað hoyrir líkasum til."

 

"Í kvøld vera vit noyddar at fara tíðliga heim, tí vit skulu allar til arbeiðis í morginárini. Men í annaðkvøld fara vit all in," sigur ein festivalglað Kate, meðan hinar taka undir við henni.