Leygarmorgunin klokkan 10 verður tiltak í fimleikarhøllini í Tofta skúla, har Nes kommuna bjóðar øllum borgarum í kommununi til morgunmat og hátíðarhald.
Tiltakið verður fyriskipað í samband við, at Nes kommuna, sum nú hevur fleiri enn 1500 borgarar, tekur býarheiti.
Á tiltakinum fer borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, at halda røðu, og tá verður eisini borgari nummar 1500 í kommununi heiðraður.
Morgunmatur verður at fáa frá klokkan 10, og frá klokkan 10.30, tá borgarstjórin hevur hildið røðu, verður ymiskt á skránni.
Í Nes kommunu siga tey, at her verður felagssangur, og Jens Marni Hansen fer at framføra. At enda fara Angela og Hannibal at undirhalda.
- Vit bæði vóna og vænta at síggja nógv fólk, og allir borgarar í kommununi eru hjartaliga vælkomnir, siga tey í Nes kommunu.