Fara ikki undir nøkrum umstøðum at samráðast við eitt útlendskt felag

Vit fara ikki undir nøkrum umstøðum at flyta verandi føroyskar sáttmálar út av føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú KvF hevur víst á, at flogternurnar hjá Atlantsflogi ongan sáttmála hava í løtuni.

 

Sáttmálin ímillum Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið fór úr gildi 1. november, men partarnir hava løngt sáttmálan í eitt ár til 1. november 2019 og allar flogternurnar hjá Atlantic Airways eru framhaldandi settar eftir hesum sáttmála.

 

Flogternur hava nú meldað seg inn í danska fakfelagiðm FPU, og nú vil hetta felagið hava sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Men Arbeiðsgevarafelagið hevur boðað FPU frá, at felagið fer ikki undir samráðingar um ein nýggjan sáttmála við eitt útlendskt fakfelag

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt føroyskar sáttmálar á føroyska arbeiðsmarknaðinum í yvir 100 ár, og vit fara ikki at lata sáttmálarnar fara av føroyska arbeiðsmarknaðinum, siga tey.

 

Try leggja kortini afturat, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur yvirtikið ein sáttmála við danska fakfelagið Finansforbundet. Hetta er ein sáttmáli sum varð yvirtikin tá ið BankNordik varð limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og hetta fer ikki at leggja lunnar undir fleiri líknandi sáttmálar.

 

– Tað er ógvuliga grundleggjandi fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag, at felagið ikki fer undir at gera fleiri og nýggjar sáttmálar við fakfeløg, sum ikki eru partur av føroyska arbeiðsmarknaðinum, og felagið fer undir ongum umstøðum at flyta verandi føroyskar sáttmálar út av føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

– Vit hava ein vælvirkandi føroyskan arbeiðsmarknað, sum vit eiga at leggja okkum eftir at varðveita, leggja tey afturat.