Farin undir at koppseta í ES

ES hevur koppsetingarætlan fyri øll 27 limalondini

ES hevur samskipað koppsetingarætlanina fyri øll 27 limalondini, og farið varð í dag undir at koppseta fyrstu ES borgararnar.

ES hevur tryggjað sær tvær milliardir skamtar av koronukoppseting til tey 448 milliónir fólkini, ið búgva í ES, og koppsetingin kemur í tøkum tíma, tí higartil hava 335.000 fólk í ES latið lív av koronusmittuni, sigur BBC.

Hóast koppsetingarætlanin hjá ES í grundini fór av bakkastokki í dag, vóru nøkur lond, ið byrjaðu at koppseta í gjár av teirr orsøk, at tey søgdu seg ikki vera før fyri at bíða við koppsetingini.

– #ESkoppsetingardagarnir er ein rørandi løta av sameind. Koppsetingin er varandi vegurin úr farsóttini, skrivaði Ursula von der Leyen, forseti fyri ES kommissiónina, á Twitter í gjár.