Eitt 58 metrar langt farmaskip sigldi í morgun á bryggjuna í Os í Noregi og fólk, sum búgva nærindis, hoyrdu eitt ógvusligt brak, tá skipið stoytti.
Tað veit Verdens Gang at siga fyrrapartin.
Norska løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði er, men bryggjan hevur fingið nakað av materiellum skaða.
- Talan er um eitt farmaskip á 58 metrar, og Bergens Tidende veit at siga, at skipið eisini hevur eina gravmaskinu umborð.
Verdens Gang hevur verið í samband við fólk, sum búgva nærmast bryggjuni, og her sigur ein kvinna, at neyðhjálparfólk vóru á staðnum stutt eftir hendingina.
- Eg hoyrdi eitt ógvusligt brak, og tá eg hugdi út gjøgnum stovuvindeygað, hevði skipið siglt á bryggjuna, sigur hon.
Átaksleiðarin hjá norsku løgregluni í økinum, Tore-Andre Brakstad, sigur við Verdens Gang, at tey fara at tosa við skiparan.
- Eingin illgruni er um rúsdrekka, men helst er talan um, at skipið hevði tekniskar trupulleikar, tá tað sigldi á bryggjuna, sigur løgreglan.
Sambært Verdens Gang telur manningin umborð á skipinum fimm.











