Flogferðsla
- Vit høvdu 25 mió krónur, tá ið vit byrjaðu, og í dag er ikki nógv eftir. Kemur ikki onkur broyting í her og nú, verður skjótt aftur monopol á Føroyarutuni.
So mikið avgjørdur var nevndarformaðurin í FaroeJet, Knút Lutzen, á landsfundi hjá Fólkaflokkinum í vikuskiftinum.
Vit hava roynt at fáa fleiri viðmerkingar frá Knúti um málið, men hann vísir til stjóran í FaroeJet, Jóhan E. Simonsen.
Knút Lutzen segði eisini, at so skjótt FaroeJet fór undir flúgving, fór Atlantic Airways undir eina rættilige herferð við nógvum bíligum ferðaseðlum og øktari flúgving.
- Felagið hevur eisini dumpað prísirnar niður ígjøgnum, bæði á farmi og ferðafólki.
Nevndarformaðurin segði, at Atlantic Airways hevur eitt endamál, og tað er at beina fyri FaroeJet so skjótt sum gjørligt.
Knút Lutzen segði, at politikarar hava altíð bakkað 100% upp um Atlantic Airways og almennir stovnar flúgva ikki við Faroe Jet.
- Nú Atlantic Airways verður einskilt, fær felagið eisini hagarin fyri einki. Vit hava roynt at ávirkað politikarar, so hangarurin verður tikin burturúr og lagdur afturat flogvøllinum, men tað hevur ikki fingið undirtøku, segði nevndarformaðurin í FaroeJet á landsfundi Fólkafloksins.