Tvey av trimum fólkum í grønlendska høvuðsstaðnum hava fingið tvær koppsetingar móti koronu-virus.
Nú Nuuk seinastu tíðina hevur verið raktur av smittuútbroti, vísa tøl hjá grønlendska landslæknaembætinum, at meira enn helmingurin av teimum smittaðu eru ikki koppsett.
Tí rópar landslæknaembætið seinasta smittuútbrotið í høvuðsstaðnum fyri "de uvaccineredes epidemi".
Nuuk hava 66,2 prosent av fólkinum, sum kunnu koppsetast, fingið bæði prikini, og um alt Grønland er samlaða talið 64,7 prosent.
Seinastu vikurnar hava næstan 200 smittutilburðir verið í Nuuk, og í landslæknaembætinum siga tey seg nú síggja, hvør tað er, sum verður smittaður.
Meginparturin eru fólk, sum ikki eru koppsett.
- Smittuútbrotið vísir, at koppingarevnið virkar. 58 prosent av teimum smittaðu í Nuuk eru ikki koppsett, níggju prosent høvdu bert fingið fyrra prikið - og 33 prosent høvdu fingið bæði prikini.
Í landslæknaembætinum siga tey, at fólk, sum eru koppsett, eru ikki vorðin eins sjúk og ikki-koppsett. Tað merkir, siga tey í landslæknaembætinum, at koppsetingin eisini verjir ímóti álvarsligum sjúkum.
Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, vísir á, at sambært amerikanska CDC (Centers for Disease Control and Prevention), gerast koppsett sjáldan ógvuliga sjúk, og vandin fyri, at tey smitta onnur er ógvuliga lítil.
- Um vit høvdu líka nógv koppsett í Grønlandi, sum tey hava í Danmark ella Íslandi, hevði útbrotið, vit nú hava sæð, helst verið munandi minni, sigur Henrik L. Hansen.
Landslæknin sigur, at í løtuni er einki greitt mynstur sum vísir, hvussu fólk í Nuuk í løtuni gerast smittað.
Flestu smittutilburðir eru úr kendum smittukeldum, men hvønn dag eru tilburðir, har vit ikki vita, hvør smittukeldan er, leggur Henrik L. Hansen aftrat í samrøðu við Sermitsiaq.