FC Barcelona vann Super Cup

Tað var ein framúr sending frá Lionel Messi, ið av UEFA júst er kosin besti spælari í Europa, sum avgjørdi dystin, tá hann sendi bóltin millum tveir verjuspælarar í gloppið, har Pedro Rodriguez kom rennandi og úr 12 metrum kundi avgera dystin.

Málið kom ikki fyrr enn fimm minuttir vóru eftir av umdystinum, sum mátti til, tí tað framvegis stóð á jøvnum 0-0 eftir fyrstu 90 minuttirnar, har hvørki av liðunum spældi so frægt, at tað veruliga avspeglaði viðgongdina síðsta kappingarár.

Super Cup-dysturin, sum hesa ferð var spældur á Stade Louis-II í Monaco, er millum Champions League-vinnararnar og vinnararnar av UEFA Cup-kappingini, sum í hesum føri vóru ávikavist FC Barcelona og Shaktar Donetsk.