FCK aftur ongul í reyv

Fótbóltur: Nú er altjóða luttøkan eftir summarfrítíðina hjá stórfelagnum í Keypmannahavn av álvara hótt

Tað gongur ikki altíð sum prestur prædikar, plagar at verða tikið til, og vit kunnu leggja afturat, at tað í fótbólti ikki altíð gongur, sum tað verður roknað við ? og so langt í frá tí.

Sunnudagin vóru Todi Jónsson og teir í FCK í Jyllandi og spældu móti Viborg, sum fyri tveimum mánaðum síðani varð mett at teljast millum liðini, sum í vár skuldu stríðast fyri lívinum, meðan FCK varð mett at vera eitt av mest uppløgdu evnunum til at vinna meistaraskapin.

Og hóast tað ikki hevur gingið nakað serligt hjá FCK higartil í ár, so roknaðu teir við, sum halda seg hava skil fyri tingunum og sum fáa løn fyri at ráðgeva teimum, ið fáast við at vedda, at sunnudagin FCK fór at fáa øll stigini við úr Jyllandi og til Keypmannahavnar.


Soltin úrtøka

Men FCK fekk einki stig við úr Viborg. Heimaliðið vann 1-0, og tað var longu eftir fjúrtan minuttir, at teir løgdu seg á odda. FCK hevði ikki nógv at bjóða uppá, og heimaliðið var onkuntíð tætt við at økja um leiðsluna, sum í síðsta enda kortini var nóg góð at fáa øll stigini við.

Aftaná ásannaði Kim Brink, venjarin hjá FCK, at Viborg hevði sigurin uppibornan. Viborg er ivaleyst tað liðið í superliguni, sum higartil í vár hevur roynst best, sammett við tað, sum roknað varð við frammanundan, at farið varð undir aftur kappingina.

Og tølini vísa, at størsta vónbrotið higartil hevur verið FCK. Teir hava spælt seks dystir, og teir hava bara fingið fimm stig ? eingin hevði roknað við hesum fyri einum góðum mánaða síðani.

Fjølmiðlarnir eru farnir at tevja blóð, og teir eru so smátt farnir at rógva framundir, at Kim Brink skal fáa sekkin sum venjari. Stjórin í FCK vísir hesum so dyggiliga aftur.

Eftir tapið sunnudagin segði liðformaðurin, Peter Nielsen, at tað er galið við hugburðinum. Hann helt, at tað eru ov nógvir, sum bara geva seg eini 80 prosent, í staðin fyri at geva seg í minsta lagið eitt hundrað prosent, og venjarin tosaði um, at nú ?skal ballerne strammes?, sum hann orðaði seg, og tað er væl skiljandi, at teir brúka stór orð. Møguleikin fyri meistaraskapinum er fokin, og nú skulu teir stríðast fyri at sleppa upp í part í Europa Cup komandi kappingarár. Í vikuskiftinum, sum fór, duttu teir niður á fimta plássið ? Lyngby tók seg upp um FCK.


Todi leingi

á beinkinum

Hóast Todi Jónsson fyri góðari viku síðani varð mettur at vera millum teirra, ið vóru best upplagdir í álopspartinum, so var hann sunnudagin ikki millum teir fyrstu ellivu. Todi varð ikki settur inn fyrrenn tað restaðu ellivu minuttir, og eitt ella annað skuldi gerast fyri at fáa í hvussu so er eitt stig.

Eitt sindur kroystur mitt fyri málinum stútaði Todi eitt innlegg úr høgru væl móti málinum, men málverjin tveitti seg og bjargaði, og tað vil siga, at Todi Jónsson framvegis er blankur sum málskjútti í landskappingini í 1999.

Todi Jónsson loysti David Nielsen av. Thomas Thorninger fekk møguleikan frá fyrsta bríksli, men hann gjørdi ikki serliga nógv um seg, burtursæð frá at hann stutt eftir hvíldina fekk eina ávaring.

Hóast Todi ikki var millum teir fyrstu ellivu, so er hann tann spælarin hjá FCK, sum hevur verið við í flestum landskappingardystum í hesum kappingarárinum. Higartil eru 23 av teimum 33 landskappingardystunum í hesum kappingarárinum avgreiddir, og Todi Jónsson hevur verið við í 22 dystum. Eingin spælari hjá FCK hevur verið við í øllum dystunum, og tað er bara Todi Jónsson, sum hevur verið við í øllum uttan einum, men Todi er nevyan tann, sum hevur spælt mest minuttir, tí ofta hevur hann verið skiftur út ella inn.


Jákup bíðar

eftir heimasigri

Heldur ikki hjá Jákupi Mikkelsen og hinum í Herfølge hevur tað verið serliga hugaligt í vár. Úrtøkan í sjey dystum hevur verið fimm stig, og hesa ferð duttu teir av sjeynda og niður á áttanda plássið. Eingin vandi er fyri, at Herfølge skal flyta niður, men nú líkist støðan tí, sum á hvørjum ári verður mett at vera tað, sum Herfølge skal megna.

Herfølge hevur ikki vunnið á heimavølli síðani í august í fjør. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Lyngby, sum vann 2-0. Jákup Mikkelsen, sum í donsku pressuni so at siga eftir hvørt vikuskifti verður umrøddur sum ein av bestu málverjunum í superliguni, hevði fleiri góðar bjargingar, men tíggju minuttir eftir steðgin og fimm minuttir undan dystarenda var hann prísgivin.


Báðir á útivølli

Sunnudagin skal Herfølge spæla á útivølli móti AGF. At vøllurin í Aarhus er út av lagi vánaligur, var sjón fyri søgn, tá Brøndby sunnudagin var har og vann 3-1.

FCK fær í Parkini vitjan av B93, sum eftir 0-1 tap á heimavølli móti Silkeborg longu er flutt niður í 1. deild. B93 var ikki heilt illa upplagt móti Silkeborg, og FCK skal ikki rokna við at hava vunnið frammanundan, men um FCK fær rætta hugburðin fram, so eiga teir at vinna móti botnliðnum.

Oddaliðið AB vann sunnudagin 2-0 á heimavølli móti Vejle, og nú eru teir fremstir við 47 stigum, meðan Brøndby hevur 44. Í gjárkvøldið hevði AaB, sum hesar síðstu vikurnar hevur verið besta liðið í Danmark, vitjan av AGF. Undan tí dystinum hevði AaB 42 stig. Lyngby hevur 36, FCK 35, Vejle og Silkeborg 31, Herfølge 30, AGF 28 og Viborg 25 stig. Í botninum hava Aarhus Fremad og B93 ávikavíst 17 og 9 stig.