Fult umfar hevur verið í Europa League í kvøld. Tað sær gott út hjá danska liðnum FCK, sum eftir 3-0-heimasigur ímóti Zlin í kvøld hevur lagt seg á odda í bólki F. Málini skutu verjuleikarin Michael Lüftner og Benjamin Verbič (tvey).
Verri sær út hjá Premier League-felagnum Everton, sum eftir 3-0-tap ímóti Lyon í kvøld er rokið úr kappingini. Everton, sum herfyri segði venjaranum, Ronald Koeman, úr starvi, hevur einans fingið eitt stig burturúr fýra dystum í bólki E.
Tað eydnaðist eiheldur Arsenal at vinna, tá ið teir í kvøld høvdu vitjan av serbiska Crvena Zvezda. Dysturin endaði við málleysum javnleiki, men hevur ikki nógv at siga fyri Arsenal, sum framvegis er greitt oddalið í bólki H.
Úrslitini í kvøld:
Maccabi Tel Aviv – Astana 0-1
Slavia Prag – Villarreal 0-2
Partizan Beograd – Skanderbeu 2-0
Young Boys – Dynamo Kiev 0-1
Istanbul Basaksehir – Hoffenheim 1-1
Ludogorets Razgrad – Braga 1-1
AEK Athen – AC Milan 0-0
Rijeka – Austria Wien 1-4
Apollon Limassol – Atalanta 1-1
Lyon – Everton 3-0
FCK – Zlin 3-0
Lokomotiv Moskva – FC Sheriff 1-2
Steaua Bukarest – Hapoel Beer Sheva 1-1
Viktoria Plzen – Lugano 4-1
Arsenal – Crvena Zvezda 0-0
FC Køln – BATE Borisov 5-2
Salzburg – Konyaspor 0-0
Vitoria de Guimaraes – Marseille 1-0
Athletic Bilbao – Östersunds FK 1-0
Hertha Berlin – Zorya 2-0
Lazio – Nice 1-0
Vitesse – Zulte-Waregem 0-2
Real Sociedad – Vardar Skopje 3-0
Rosenborg – Zenit Skt. Pætursborg 1-1