FÓTBÓLTUR: Todi Jónsson og teir skulu í Europa-Cup kappingini fyri steypavinnarar spæla ímóti Karabakh Agdam úr Aserbadjan.
Hetta er annað árið á rað, at FCK skal eystureftir at spæla Europa-Cup dyst. Í fjør spældu teir móti Jerevan og vunnu trygt.
Liðið úr Aserbadjan hevur ikki somu styrki sum FCK, og tí er væntandi, at danska liðið fer víðari í kappingini.
Meistaraliðið Brøndby er væl nøgt við lutakastið hjá sær. Teir skulu í innleiðandi umfarinum til Champions League spæla ímóti vinnaranum av dystinum millum FC Kosice úr Slovakia og Cliftonville úr Norðurírlandi.
Hetta var betri enn so nógv annað, sum tað kundi endað við hjá Brøndby.
FC Kosice eru tó ikki heilt eiðasørir, tí tvey ár á rað hava teir verið við í Champions League. Men í fjør endaðu teir við ongum stigi og einum málmuni uppá 2-13. Teir kláraðu als ikki at standa mát við Manchester United, Juventur og Feyenoord, sum teir vóru bólki við.
? Eitt lið, sum tvey ár á rað hevur verið við í Champions League er got. Men sjálvur kenni eg lítið til teir, og vit mugu hyggja nærri at teimum sigur Ebbe Skovdahl, venjari hjá Brøndby, og staðfestir harvið, at hann ikki ivast í, at teir skulu spæla móti slovakiska liðnum.
Silkeborg og Velje skulu eisii verða við í Europa-Cup í ár, men tey koma ikki við í UEFA-Cup fyrr enn eftir fyrsta innleiðandi umfar, og tí vita feløgini ikki enn hvørjum tey skulu spæla ímóti.