(Samrøður við Maiken Hammer og Hans Marius Edvard Høgnesen)
Vilmund D. Jacobsen, reportari hjá FM1 sendir beinleiðis frá Regatta 2019 á FM1.
Fyrstu prátini Vilmund D. Jacobsen gjørdi var við tvey umboð fyri Hósvíkar Róðrarfelag, ið reikar fyri Regatta.
Vilmund D. Jacobsen prátaði við Maiken Hammer, ið hevur verið í nevndini í róðrarfelagnum eitt fitt áramál. Maiken fekst við at selja breyð til bátafólkið tá Vilmund fekk orðið á hana.
Vilmund D. Jacobsen prátaði eisini við verandi formann í Hósvíkar Róðrarfelagi, Hans Marius Edvard Høgnesen.
Hans Marius Edvard Høgnesen fegnast stórliga um, at tað framvegis verður tikið væl undir við Regatta.