Í síðstu fekk løgreglan fráboðan um, at innbrot hevði verið hjá djóralæknanum. Hóast tað kanska ikki er tað mest upplagda staðið at goyma virðislutir, so eydnaðist tað tjóvinum at fáa hendur á ymiskum.
- Tað var eitt innbrot hjá djóralæknanum, har millum annað peningur og ymiskur djóraheilivágur varð stolið, upplýsir Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur.
Jón Klein Olsen upplýsir, at tjóvurin ikki er tikin, men at løgreglan enn kannar málið.