Fekk tilboð um skattaskjølini hjá Thorning

Síðani B.T. almannakunngjørdi persónligar upplýsingar um skattaviðurskiftini hjá Helle Thorning-Schmidt, hevur verið gitt, hvussu blaðið fekk fatur á upplýsingunum. Í dag avdúkar Ekstrablaðið, at tað fekk tilboð um somu upplýsingar, men tók ikki av, tá tað ikki kundi fáa øll skjøl í málinum. Tilboðið kom frá Peter Arnfeld (myndin)t, sum var persónligur ráðgevi hjá táverandi skattamálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, skrivar blaðið.

Stutt eftir, mitt undir valstríðnum, stóðu somu upplýsingar í B.T., og løgreglan kannar nú, hvussu blaðið fekk tær.

Blaðstjórin á Ekstrablaðnum, Poul Madsen, ásannar, at avdúkingin í blaðnum í dag er í stríð við grundregluna hjá øllum fjølmiðlum um, at teir skulu verja sínar keldur. Men Poul Madsen sigur, at í hesum føri er talan um valdsmisnýtslu, og eftir hansara tykki eigur blaðið ikki at verja slíkt.