Fekst føroyskt

Norðurlendska filmsvikan byrjaði við eini føroyskari frumsýning, og seinasti dagurin var eisini givin til føroysk verk. Umframt »Ein regla um dagin man vera nokk« vóru sjey nýggir føroyskir stuttfilmar sýndir

Filmur, sum list, blómar kring allan heim. Norðanlond hava prógvað seg at vera før fyri at framleiða góðar filmar. Í Føroyum hevur filmslistin ikki fylt nógv, men sendingin Agurk og Klippfisk hava bæði givið íblástur og vón til føroysk listafólk, innan hetta økið.

Klippfisk og onnur sýndu fríggjadagin sjey nýggjar føroyskar filmar. Filmarnir eru frá tveimum minuttum til ein hálvan tíma til longdar. Millum filmarnar var eisini »Mítt Rúm«, ið Heiðrik av Heygum frumsýndi, sum fyrstu sýning í filmsvikuni.


»Morgunsmíl«

Ungi Andrias Høgenni, ið fyrr hevur víst sínar gávur innan filmslistina, greiddi frá sínum filmi. Heitið kemur av evninum, ið eru skortar, ið fólk nýta. Undir yvirflatuni liggur nakað annað enn tað, ið eygað ber.

Filmurin er væl spældur og ikki minst sera væl filmaður og framleiddur. Hugskotið er gott og søgan kundi mint um okkurt, við íblástri úr onkrum verki eftir Leif Panduro. Tað sást langan veg at nógv arbeiði lá í hesum, nógvir sjónleikarar, útgerð og øki vóru nýtt.


»Skitna onkið«

Stuttfilmurin eftir René Bishoff og Janus Rasmussen er um eina kenslu, var greitt frá. Hann er filmaður við einum talgildum upptøkutóli, og hetta merkti nógvar avmarkingar og gav honum eina serstaka kenslu.

Upplivingin av filminum var óhugnalig. Myndirnar vóru ofta kornutar og skitnar, høvuðspersónurin var órógvandi og kenslan, ið var lýst kendist verulig. Fleiri myndir kundu verið av íblástri úr japanskari filmslist, skjótar klippingar og løgnar myndir.

Endamálið var rokkið og kenslan stóð klár, ein óhugnaligur, løgin filmur. Filmurin er at finna á www.YouTube.com.


»Fragmented Unison«

MarMar, ið er eitt samstarv millum føroysku Marionnu Mørkøre og svensku Mariu Arnell, stendur fyri hesi framleiðsluni.

Filmurin, ið vardi tveir minuttir var sera krevjandi at hyggja eftir. Skjótar klippingar av fimm einstáttaðum gentum í føroysku náttúruni. Hann var svartur og hvítur, og púrasta ljóðleysur. Ein listarlig kompositión – men ein løgin strævin uppliving.


»Two one side«

Eitt seks minuttir langt verk eftir MarMar. Hesuferð vóru nøkur fólk í svørtum og hvítum klæðum í eini skóg og við eitt vatn. Nógvar skjótar klippingar og meginpartin av tíðini var filmurin svartur og hvítur. Tónleikin, ið var afturvið, stóð Teitur fyri og hann riggaði sera væl til. Eisini ein krevjandi løta.


»Throwing paint tins off the roof«

Ingun í Skrivarastovu var onnur av teimum, ið stóð fyri hesi framleiðslu. Filmurin er ein dokumentar, um økið Berthnal Green. Sosiala umhvørvið, framtíð og fortíð eru væl lýst gjøgnum frágreiðingar og gamlar myndir, sett saman við broytingum, ið fara fram har í nútíðini. Frágreiðingarnar hoyrast, men fólkini verða ikki filmað, men myndir av bygninginum vístar. Filmurin var væl gjørdur, men fyri mítt viðkomandi sera óviðkomandi og harvið óáhugaverdur.


»Í hansara hondum«

Ein løtumynd úr atelierinum hjá Janusi Kamban. Hans Pauli Olsen arbeiðir við eini standmynd, ið skal vera av Tróndi í Gøtu og teir báðir minnast aftur á gamlar tíðir. Áhugaverd dokumentar og viðkomandi viðurskifti. Upptøkutólið er hondhildið og myndirnar ofta skeivar og øðrvísi. Týðiligt er at hendan framleiðslan ikki er væl fyrireikað, men heldur spontan. Hóast alt, er filmurin áhugaverdur at hyggja eftir.