Kaj Leo Holm Johannesen er stigtakari og formaður í felagnum Koyristólur, skerdur førleiki, sum hevur aðalfund næsta fríggjadag

Felagið 'Koyristólur skerdur førleiki' hevur aðalfund

Umframt formannin fer ein annar fyrrverandi løgtingsmaður at greiða frá

Kaj Leo Holm Johannesen er stigtakari og formaður í felagnum Koyristólur, skerdur førleiki, sum hevur aðalfund næsta fríggjadag

Felagið 'Koyristólur skerdur førleiki' hevur aðalfund næsta fríggjadag 6. mars.

Aðalfundurin verður hildin Við Tjarnir frá lokkan 13.30 til 16.

Formaðurin í felagnum, Kaj Leo Holm Johannesen, sum eisini hevur tikið stig til at stovna felagið, fer at greiða frá um virksemi felagsins.

Hanus Samró, sum sat á tingi frá 2011 til 2015, fer at greiða frá um lív sítt við vøddasvinni.

Barbara Pálsdóttir Vang fer at geriða frá »okkara lívi sum avvarðandi«.

 

 

Kaj Leo Holm Johannesen er stigtakari og formaður í felagnum Koyristólur, skerdur førleiki, sum hevur aðalfund næsta fríggjadag