Eitt talsfólk fyri iransku kollveltingarhirðuna sigur, at Iran hevur dripið nøkur hundrað amerikansk herfólk í mótálopum, eftir at Ísrael og USA lupu á Iran í morgun.
Sambært Reuters hevur USA ikki gjørt viðmerkingar til hesar útsagnir úr Iran.
Tað var í morgun, at Ísrael og USA byrjaðu tað, sum londini rópa, eitt "fyribyrgjandi álop" á Iran, og Iran hevur svarað aftur við at leypa á Ísrael og eina røð av støðum í Miðeystri, har USA hevur herfólk.
Sagt verður, at Iran soleiðis hevur sent raketti eftir støðum í Sameindu Arabisku Emiratunum, Bahrein, Katar, Jordan og Irak.
Í einum brævi til ST sigur Iran, at landið fer at halda fram við at verja seg, til "aggessiónin er steðgað heilt", og at allar amerikanskar og israelskar støðir í regiónini eru legitim hernaðarlig mál í stríðnum.
Iranska kollveltingarhirðin sigur, at iransku álopini fara at gerast enn harðari enn tey, sum longu hava verið.
Í Sameindu Arabisku Emiratunum verður sagt um eld og royk í marglætisøkinum, Palm Islands, og lokalir myndugleikar siga, at fýra fólk hava fingið løstir.
Í Bahrein sigur innanríkisráðið, at fleiri íbúðarbygningar í høvuðsstaðnum eru raktir, og í Kuveit sigur kringvarpið, at tólv fólk hava fingið viðger á sjúkrahúsi eftir iransk álop.
Sagt verður eisini úr Bahrein, at trý herfólk hava fingið smærri løstir.
Úr Iran verður sagt frá fleiri spreingingum og ógvusligum royki ymsastaðni í høvuðsstaðnum, Teheran, og sambært iranskum tíðindamiðlum eru fleiri skúlanæmingar dripnir í álopum á ein gentuskúla.
Sagt verður eisini, at økið, har Ayatolla Ali Khamenei leingi hevur hildið til, er bumbað.
Iranskar keldur siga, at andaligi leiðarin í Iran er ikki í Teheran, og sagt verður, at hann hevur tað gott. Hinvegin siga ísraelsk fregnartænastufólk, at andaligi leiðarin er løstaðåur - og í ringasta føri dripin í álopunum.
Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, sigur við NBC News seinnapartin í dag, at so vítt hann veit, er Ayatolla Ali Khamenei á lívi.
Sum skilst, hava ísraelsku og amerikansku álopini eisini rakt aðrar stórbýin um alt Iran, eitt nú býirnir, Qom, Kermanshah, Karaj og Isfahan.
Útlendskir miðlar vita at siga, at málini við ísraelsku og amerikansku álopunum í Iran vóru bæði hernaðarlig og politisk, sum tikið verður til.











