Meistararnir hava vunnið fyrsta steypið

Stórsteypadysturin endaði við 1-0 sigri til KÍ, sum tíggju minuttir eftir steðgin skoraði einasta málið

Stórsteypadysturin á Tórsvølli millum KÍ og HB er av. Í sera góðum líkindum hava klaksvíkingar vunnu Stórsteypið fyri fjórðu ferð. Úrslitið var 1-0. Tíggju minuttir eftir steðgin skoraði KÍ við máli av tí slagnum, sum teir so ofta hava skorað undanfarnu árini.

 

Árni Frederiksberg legði út høgru innfyri við horna, og aftanfyri handara stólpa royndi liðformaðurin Jákup B. Andreasen seg við stútara úr stuttari fjarstøðu, og umvegis Filip Brattbakk smoygdi bólturin seg dygst inn nærra stólpa.

 

KÍ hevði einstakar málmøguleikar bæði undan steðginum og eftir steðgin, meðan HB var í onkrari støðu, men tað var ongantíð vandamikið. Á HB avrikinum kendist tað væl, at liðið ikki enn hevur spælararnar, sum tað verður roknað við fara at skjóta flestu málini.

 

Tað ljóðar, at HB er tætt við at skriva undir við tveir útlendskar spælarar, og HB venjarin André Olsen segði í Sosialinum í gjár, at tað er bara spurningur um dagar, áðrenn spælararnir fara at venja saman við nýggju liðfel’gunum.

 

KÍ liðið minti nógv um tað, sum í fjør vann greipuna. Leikliga avrikið var ikki á meistarastøði í dag, og tað kann ikki roknast við hesa tíðina á árinum. Men spælskipanin var á heilt góðari leið. KÍ hevði tríggjar spælarar í miðverjuni, og soleiðis fer tað ivaleyst at vera, tá ið klaksvíkingar seinni í summar fara at spæla í Europa. Tá ið teir annan sunnudag fara at leggja fyri í landskappingini ímóti 07 Vestur á útivølli, kann tað væl hugsast, at teir fara at hava tveir í miðverjuni og so ein miðspælara aftrat longri frammi á vøllinum.

 

Fyrsti dysturin hjá HB í nýggju landskappingini verður annan sunnudag á Skála.

 

KÍ – HB 1-0 (0-0)

 

1-0: Filip Brattbak 56.

 

Dómari: Høgni Madsen

 

KÍ: Sebastian John – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Tellechea, Daniel Johansen – Hallur Hansson, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Filip Brattbak

 

Á beinkinum: Géza Tamas Turi, Jonn Johannesen, Patrik Johannesen, Erlend Hustad, Martin Gonzales, Dávid Reynheim, Qussama Ali  

 

HB: Bjarti Vitalis Mørk – Mathias Voss, Bartal Wardum, Per-Magnus Steiring, Ári Mohr Jónsson – Noah Mnenéy, Heðin Hansen, Ejvind R. Mouritsen – Ási P. Dam, Storm Bugge Pettersen, Heini Sørensen

 

Á beinkinum: Tróndur Sjúrðarson, Áki Johannesen, Dan í Soylu, Silas Bjarnason Joensen, Jógvan í Skála, Amidou Diop, Jógvan í Lon