SMS: Kyndil og H71 sita tungt á FM-hálvfinaluplássunum

H71 vann tepran sigur í Vestmanna

Tveir dystir eru í dag leiktir í SMS-deildini.

 

Í Vestmanna hevði heimaliðið, VÍF møguleikan at skapa spenning um annað plássið í dysti móti H71. Men hoyvíkskvinnur vunnu dystin 35-34. Í steðginum var VÍF á odda 14-12.

 

Liljan Müller var við 12 málum stórskjútti hjá VÍF. Maria H. Weyhe var við 11 málum stórskjútti hjá H71.

 

H71 er nú seks stig frammanfyri VÍF, ið hevur fýra dystir eftir at spæla í grundspælinum. Kyndil er á fyrsta plássinum sjey stig frammanfyri VÍF, so Kyndil og H71 sita tungt á FM-hálvfinaluplássunum. 

 

Steypavinnararnir, Kyndil vunnu suðuri í Vági stórsigur 36-21 á VB. Í steðginum var Kyndil 10 mál frammanfyri. Tá var støðan 18-8.

 

Agatha Kjærbæk Djurhuus var við seks málum toppskjútti hjá VB. Turið Arge Samuelsen var við 12 málum stórskjútti hjá Kyndli.

 

Turið hevur nú skotið 1.989 mál í bestu deildini, so magiska talið 2.000 nærkast í stórum.

 

Í morgin klokkan 14 vera tveir dystir leiktir í SMS-deildini. Teir eru StÍF-Stjørnan og Neistin-EB.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum, umframt støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##