Felags føroyskt átak í Bretlandi

Nú verður roynt at gera nakað ítøkiligt við støðuna hjá føroyskum hýsuvørum á bretska marknaðinum, sum vinna og myndugleiki eru saman um. Hálvan februar fara umboð fyri føroyskt vinnulív og umboð fyri føroyskar myndugleikar við fiskimálaráðharranum á odda til Bretlands.

Endamálið við ferðini er at kunna handilsketur og fiskakeyparar í Bretlandi um, hvat føroyingar gera fyri at røkja sínar fiskastovnar á burðardyggan hátt.

Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, sigur, at átakið er eitt samstarv millum føroyska vinnu, myndugleikar og føroysku sendistovuna í London.

Hann sigur, at um hálvan februar verður skipað fyri temadegi í Bretlandi, har eitt nú fiskakeyparar savnast, og tí verður mett, at hetta er eitt gott høvi hjá Føroyum at kunna keyparar um burðardyggleika í okkara fiskiveiði.

Síðsta heyst var Jacob Vestergaard í skotska parlamentinum og helt ein fyrilestur um okkara fiskidagaskipan fyri skotska fiskimálaráðharranum.

- Eg havi fingið áheitanir og havi játtað at halda henda fyrilesturin aftur, nú nevndi temadagur gevur okkum hetta høvi, sigur hann.

Jacob Vestergaard sigur, at føroyska sendistovan í London hevur gjørt sítt til fyri at kunna bretskar handilsketur um føroysku fiskidagaskipanina og um burðardyggleikan í henni.

Formaðurin í Føroya Ráfiskakeyparafelag, Símun Pætur Jacobsen, fegnast um, at felags átak nú verður gjørt til tess at kunna bretar um okkara fiskidagaskipan.

- Vinnan roynir at gera sítt itarsta, men tað er neyðugt, at myndugleikarnir í Føroyum eisini eru við í hesum, sigur hann.