Felags front fyri framtíðina

– um innskúlingina av føroyskum børnum

Skúlastovan á dagstovninum Birkilund / Emily Næs, Allan Mortensen og Maybritt við Strond
...........

Í farnu viku sóknaðist formaður Føroya lærarafelags, Herálvur Jacobsen, eftir, hvat verður av arbeiðsbólkinum, sum skal viðgera spurningin, um skúlaaldurin skal lækkast ella ikki. Vit eru púra samd við Herálv um, at tað er umráðandi at taka eina avgerð um, hvat tilboð skal vera til tey 6 ára gomlu børnini.
Fyri okkum er tað ikki so týdningarmikið, um tað eitur, at skúlaaldurin lækkar, forskúlar verða settir á stovn, ella um tað er eitt tilboð sum tað, vit hava í Birkilund, við einari stovu fyri tey elstu børnini á stovninum burturav, í dagligari talu “skúlastovan.”
Tað, vit leggja dent á, er innihaldið í tilboðnum, ikki hvussu tað eitur. Tí vilja vit eisini heita á landsstýrismannin í mentamálum um at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða við málinum. Sjálvsagt vænta vit, at allir relevantir fakbólkar verða umboðaðir, eisini námsfrøðingar, sum jú hava eina servitan um hesi børnini.
Yvirhøvur sakna vit námsfrøðiliga servitan í Mentamálaráðnum. Mentamálaráðið, sum hevur ábyrgdina av økinum, hevur ongan námsfrøðing settan, ei heldur nakra virkandi námsfrøðiliga ráðgeving.
Í sambandi við uppskotið um tann nýggja skúlareformin í Danmark segði útbúgvingarráðharrin, Morten Østergaard, í oddagrein í Politiken nú ein dagin, at tey 6 ára gomlu børnini skulu inn í lærutilgongdir eins og tey størru børnini. Hann tosar m. a. um rútmikk, kost, aktivitetstímar og – kanska eitt sindur sarkastiskt – at tað er gott við tryggleika, men at størri dentur í framtíðini skal leggjast á spæl og læru.
Greinin viðger eisini tann skilnað, sum er ímillum fakbólkar, og nevnir, at tað átti at verið heilt natúrligt, at sosialpedagogar, sosialráðgevar, námsfrøðingar og lærarar í tøttum samstarvi tóku sær av barninum sum einari heild og ikki bert hugsa tann fakliga partin inn í skúlagongdina. Eitt barn er jú eitt menniskja, føtt við kenslum, sum vit ikki altíð eru harrar yvir, hvussu koma til sjóndar.
Ikki fyrr enn ymiskleikin verður virdur og toldur millum starvsbólkar, er hugsingur um eitt samstarv á jøvnum føti. Vit sakna veruliga, at tann politiski skúlamyndugleikin kemur við í kjakið um innskúling av okkara børnum.
Sum støðan er nú, fer hvør einstøk kommuna í holt við at geva børnunum í síni kommunu tað tilboð, sum tey halda tænir børnunum best. Tað kann ein ikki lasta kommunurnar fyri. Tað er bara tað við tí, at ongar yvirskipaðar vegleiðingar ella reglur koma frá teimum, sum varða av økinum. Tískil verða tilboðini til børnini í innskúlingini sera ymisk runt landið.
Vit halda ikki, at tað er nøktandi, at so lítil áhugi er fyri hesum álvarsmáli, tí flestu barnagarðar og dagrøktir gera sítt ítarsta fyri at menna og menta børnini væl, men tað er ikki gjørt teimum greitt, hvørji mál, tey skulu miða ímóti.
Barnagarðar og dagrøktir fáa tíðum afturmeldingar um, at summi børn áttu at gingið eitt ár afturat á dagstovni, áðrenn tey komu í skúla. Námsfrøðingar á hesum dagstovnum meta eisini, at viðhvørt er neyðugt at ráða til, at summi børn eru eitt ár afturat á stovni. Hetta hevði verið loyst, um skipanin var øðrvísi tey fyrstu skúlaárini.
Vit noyðast at viðurkenna, at samfelagið er broytt, og at dagsins børn eru minni saman við sínum avvarðandi, enn tey flestu kundu hugsað sær. Talið av hjúnaskilnaðum er økt munandi, og tað, ið er lagt fram um sosialar umstøður hjá barnafamiljum í Føroyum í sambandi við tiltakið “Í menniskjum góður tokki,” boðar heldur ikki frá góðum.
At hetta hevur ávirkan á tey børn, sum tað rakar, er einki at undrast á. Innlæringin hjá hesum børnum er tíðum í vanda, tí teirra smáu heilar hava ov nógv at hugsa um. Vit skulu ikki lúgva fyri okkum sjálvum og halda, at “tað fer nokk at laga seg.”
Vit hava skyldu at hava áhuga í eini góðari skúlabyrjan fyri øll børn í Føroyum, líka mikið hvussu vit enn eru samansett. Vit skulu vita og ikki gita, at øll børn vilja læra. Vit vaksnu eru teirra spegilsmyndir, og tey vilja og vænta, at vit slóða vegin fyri tey. Tað gera vit best, tá ymiskleikin sleppur framat.
Okkara greiða fatan er, at nógv fleiri tímar skulu setast av til innskúlingina, javnt deilt millum lærarar og námsfrøðingar. At serligar ásetingar mugu vera í lønarlagi og arbeiðstíðum, og at arbeiðsbýtið og onnur viðurskifti í starvssetanum mugu verða tillagað soleiðis, at virðingin fyri hvørjum øðrum er góð. Fakfeløgini mugu finna skilvísar mannagongdir, soleiðis at lógir og ásetingar ikki eru ein forðan fyri mennandi samstarvi.
Okkara áheitan er, at vit mugu ganga undan og gera okkara egna innskúlingarpolitikk. Vit hava ikki fyri neyðini at leggja okkum eftir lægsta felagsnevnara, tá ið tað ræður um normering. Vit skulu hava møguleika at fyribyrgja, at børn hava spøkilsir aftan á sær restina av sínum skúlalívi. Tey eru okkara rávøra, okkara framtíð.
Tann seinasta áheitanin er til foreldrini: Tit eiga børnini, tað er tykkara áhugi, at tað skal gangast tykkara børnum væl. Lærið okkum og tykkum at vera meira opin um júst hetta evnið. Spyrjið tykkum sjálv, um tit eru nøgd við tað, sum er. Kundi tað verið gjørt betur? Um so er, hvussu kundu tit hugsað tykkum, at innskúlingin sá út?
Eitt hugskot kundi verið, at felagið “Heim og skúli” setti Mentamálaráðnum stevnu saman við fakfeløgunum, soleiðis at týdningarmiklar partar saman kunnu gera hol í sjógv.