Lagnan er ymisk hjá Lionel Messi og Cristiano Ronaldo í hesum døgum.
Meðan Lionel Messi ger klárt saman við argentinska hópinum at spæla HM-finalu sunnudagin, so stendur Cristiano Ronaldo framvegis uttan eitt felag.
Vinmaðurin hjá Ronaldo, forsetin hjá Real Madrid, Florentino Perez hevur loyvt Cristiano Ronaldo at venja og halda formin við líka á venjingarvøllinum hjá Real Madrid.
Ronaldo hevur eina stóra stjørnu í Real Madrid, har hann árini millum 2009 og 2018 vann fýra Champions League heiti og tvey sponsk meistaraheiti.
Seinastu dagarnir hava Ronaldo og elsti sonurin vant á venjingarvøllinum hjá Real Madrid.
Enn frættist einki um í hvørjum felagi Ronaldo endar í eftir nýggjár.