Vanligt er, at nógv ferðamannaskip koma til Havnar, meiri óvanligt er aðrastaðni, men í morgun lá Clipper Adventurer av Bahamas í Vestmanna Tað er ikki so øgiliga vanligt, at ferðamannaskip liggja í Vestmanna. Men í dag liggur ferðamannaskipið Clipper Adventurer við bryggju í Vestmanna.
Talan er um eitt lutfalsliga lítið ferðamannaskip, har 85 ferðafólk eru við og eini 77 eru á manningarlistanum. Skipið hevur ligið í Havn, men í dag liggur tað á Vestmanna og fer at liggja har til í nátt.
Meðan skipið liggur í Vestmanna eru ferðafólkini farin ein túr undir Vestmannabjørgini við bátum í Vestmanna. Sambært havnarmeistaranum, Leivur Olsen, er skipið komið úr Skotlandi og fer helst víðari til Íslands. Ferðafólkini eru mest bretar, men eisini Avstralia, Belgia og Kanada, eiga borgarar umborð.
Clipper Adventurer er fyrsta ferðamannaskipið í Vestmanna í ár. Onki var í fjør, meðan tvey vitjaðu í fyrrárið.