Fer at kosta 45-50 milliónir at lata Smyril 1 sigla á Skálafjørðin

Skal Smyril 1 setast í sigling ímillum Havnina og Skálafjørð til Norðskálatunnilin verður liðugur, fer tað at kosta 45-50 milliónir. Ein fyribils meting vísir, at inntøkurnar verða einar 35 milliónir, men tað er ógvuliga óvist

Skálafjarðarsigling

Nú arbeitt verður við at gera ábøtur á Norðskálatunnilin, hava politikarar reist spurningin um at lata Smyril 1 sigla inn á Skálafjørð fyri at kunna stongja tunnilin og fáa arbeiðið skjótari frá hondini.
Men tað fer at kosta landskassanum einar 45-50 milliónir at seta Smyril 1 í sigling ímillum Havnina og Skálafjørðin ímeðan Norðskálatunnilin verður gjørdur liðugur.
Tað vísa útrokningar, sum Strandferðslan hevur gjørt fyri Løgtingið, men tá er roknað við, at hann siglir allan dagin, frá klokkan sjey á morgni til 21 á kvøldi.
Umframt tað, skal eisini gjaldast havnagjald og kanska eisini vørugjøld. Skal fult havnagjald gjaldast fyri Smyril, fer tað at kosta níggju milliónir krónur.
Hinvegin metir Strandferðslan fyribils, at inntøkurnar av eini slíkari sigling kunnu vera 35 milliónir um árið.
Men stovnurin ger samstundis vart við, at óvissan um inntøkurnar er øgiliga stór, tí tær kunnu bæði vera munandi hægri og munandi lægri.
Men halda metingarnar, verður nettokostnaðurin av at hava Smyril 1 í sigling ímillum Havnina og Skálafjørð til tunnilin verður liðugur, einar 10-15 milliónir, umframt havna- og vørugjøld.
Men Strandferðslan ger eisini vart við, at skal Smyril 1 brúkast til endamálið, skal hann hava munandi ábøtur fyrst. Eitt nú skal róðrið gerast, plátur skulu skiftast, tí tær eru tærdar og hann skal hava aksil-trekk.
Hvussu nógv tað kostar, veit Strandferðslan ikki enn.
Møguleikin hevur eisini verið nevndur at lata Dúgvuna ella Ternuna røkja hesa sigling, men tað mælir Strandferðslan frá, tí tey taka ov fáar bilar.