Ferðin farin av húsasøluni

Færri handlar og lækkandi prísir merkja føroyska sethúsamarknaðinum higartil í ár. Eik Banki hevur gjørt upp, at fyrsta ársfjórðingin í ár vóru bert 36 húsasølur Í høvuðsstaðnum vóru húsaprísirnr í hæddini í 2006 og 2007, men fyrsta ársfjórðingin í ár er prísurin lækkaður við 2 prosentum.

Vanliga hava prísirnir í størri bygdum ligið oman fyri prísirnar í smærri bygdum, men við broytingunum seinastu ársfjórðingarnar eru prísirnir í størri bygdum farnir eitt vet niður um teir í smærri bygdum. Prísirnir á bygd eru lutfalsliga falnir nakað meira enn teir í Havn: -8% í smærri bygdum og -12% í størri bygdum.

Orsøkirnar til gongdina eru serliga tvær. Eik Banki heldur, at bæði keyparar og seljarar hava verið afturhaldandi við at handla, tí teir hvør í sínum lagi hava væntað ella vónað, at prísirnir fóru at falla ávikavist økjast.

- Samstundis eru fólk vorðin meira og meira varin við at keypa hús vegna búskaparligu afturgongdina og óvissuna í samfelagnum. Av hesum orsøkum hava sethúsasølurnar í longri tíð havt rættiliga langa sølulistar, sigur Bjarni Olsen, stjóri í Eik Banka.

Hann roknar ikki við, at húsaprísirnir fara at falla munandi næstu tíðina.

- Vit meta, at tað serliga er tann búskaparliga óvissan, sum heldur talið av handlum niðri. Príslegan er komin á eitt rættiliga lágt støði, so tað skal helst ein rættiliga vánalig búskapargongd til fyri, at prísirnir skulu fallandi munandi aftrat, sigur Bjarni Olsen.