Ferðslutrygd og trivnaður

M­est avgerandi fyr­i­treyt­in at røkka Null­hugs­jónini er hug­burður, sum set­ur menniskjað og trivn­að í miðdepilin

Materiellur hugburður
Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverk, í Degi og Viku 6. mars 2007: »Vit skulu hava ein óhappstíttleika, soleiðis at pengarnir geva mest fyr­i­byrg­ing. Tað er farligt at fólk føla seg tryggari enn hvat tað er, tí er tað betri, at tey føla seg ótryggari enn hvat tryggleikin er.«
Orðini eru søgd í sam­bandi við, at miðvingar ynskja at tálma ferðina á bilum, sum koyra í­gjøgn­um bygdina, soleiðis at tað verður tryggari og liv­i­lig­ari í bygdini. Men stjór­in á Landsverki feiar alt av borðinum og sigur, at tað loysir seg ikki at brúka pening til at gera við­ur­skift­ini tryggari í Miðvági. Hann fer enn tá so langt sum at siga nakað, sum ikki kann skiljast øðrvísi, enn at miðvingar skulu kenna seg ótryggar fyri at fáa ein at­burð, sum ger at ansað verð­ur betri eftir ferðsluni. Hvørjar avleiðingar tað fær fyri fólk, sum býr har, - 24 tím­ar um samdøgrið - sýnist ikki at hava áhuga. Tað at koma fram úr einum stað í annað skjótast gjørligt, tyk­ist vera altavgerandi. Ferðsl­u­trygdin og trivnaðurin hjá teimum, sum búgva har í millum, kemur í aðru røð.

Menniskjaligi
hugburðurin
Justines K. Eliasen í Leirvík í send­ingini »Bygdalív« 11. mars 2007: »Um ikki okkurt verður gjørt her skjótt, so følna menniskjuni her. Hetta er eitt minni sam­fel­ag og eg haldi, at tað er týdn­ingarmikið at funnið eina loysn tíðliga at sloppið uttan um bygdina, soleiðis sum man er sloppin út um aðrar bygdir. Serliga útfrá smábørnum. Eitt barnalív er so stutt, og stendur hetta upp á í nógv ár afturat, so fer eitt barn sum er vaksið upp her bara at minnast trega trongd og forstýrilsir. Barn­dóms­minnini eru so øgiliga viktig, tí at tey mynda menniskju. So fyrst og fremst fyri børnini vildi eg ynskt at ein loysn var funn­in skjótast gjørligt. Tað er ein etiskur spurningur, um vit vilja gera tað trivn­að­ar­postivt fyri børn, fyri vaks­in og ikki minst fyri gom­ul.”

Fyridømið við SMS
Flestu munnu minnast hvussu øll, hvussu skjótt bil­ar­nir fyri nøkrum ár­um síðani koyrdu á R. C. Eff­ers­ø­esgøta fram við SMS í Havn. Vegurin hevði fýra farbreytir, tvær hvønn vegin og bygnaðurin meira ella minni legði upp til, at fer­ð­in á bilunum bleiv í meira lagi. Fólk, sum skuldu yvir um vegin høvdu tað sera trupult. Tá ið eini 5 fólk vóru deyð av ferðsl­u­van­lukku har, og býráðið í Havn hevði fingið fleiri áheitanir frá ymsum partum um at broyta vegin, hendi nakað. Her varð gjørd rund­koyr­ing, miðoyggjar, og fólk til gongu fingu høvi at ganga yvirum vegin í tveimum. Mi­ð­oyggjarnar blivu enntá gjørdar soleiðis, at tær verja tann, sum er til gongu. Í dag koyra her um 10.000 bil­ar um samdøgrið og mið­al­ferð­in er um 35 km/t á teimum røttu strategisku støðunum. Og allarflestu munnu vera samd um, at ferðslan í dag gongur upp á stás í hesum øki.

Kundi verið enn betri
Hóast tað var upprunaliga ætl­an býráðsins, so var tí­verri ikki hildið fram við hesum skil­a­góða til­­taki longri uppi í R. C. Effersøesgøtu. Og her gong­ur sjón fyri søgn, her er mið­al­ferð­in 51 km/t og økið er eis­ini munandi ótryggari hjá fólki sum skulu yvir um vegin.

Landsvegir út
um bygt øki
Flestu munnu vera samd um, at tað er sera óheppið, at lands­vegir ganga í gjøgnum bygdir. Men støðan er tann, at hetta tíverri er veruleiki í fleiri bygdum í Føroyum. Málið má sjálvsagt vera, at fáa hesar vegir lagdar út um bygt øki sum skjótast.
Men til tað er hent, mugu vit laga ferðsluna á hesum vegum, soleiðis, at hon er til minst ampa fyri fólkini, sum búgva í hesum bygdum. Fyrsta fyritreytin er, at ferð­in á bilunum verður sett nið­ur á teimum støðum, har fólk og bilar verða blandað saman. Og tað skal verða und­irstrikað, at tað er ikki nóg mikið bara at seta skelti upp, tað er neyðugt at laga vegaumhvørvið soleiðis, at tað ikki skal bera til at koyra skjótari enn tilætlað, t.d. trong­ar, miðoyggjar, sving og um neyðugt: bungur.

Spurningur um hugburð
At gera ferðtálmandi tiltøk nýt­ist ikki altíð at vera kostn­að­armikið og alt nýtist ikki at vera gjørt í senn. Stað­festast má tí, at tá ið stjórin í Landsverk málber seg, sum hann ger, er tað tí, at hann hevur tann hugburð, sum hann hevur.

Hví ber ikki
til í Miðvági?
...hví skal tað ikki lata seg gera at tálma ferðina á teimum 3000 bilunum, sum koyra ígjøgnum Mið­vág, tá ið tað ber til í R. C. Eff­ers­øesgøtu, har 10.000 bil­ar koyra?
Hava teir 3.000 bilarnir meiri skund enn teir 10.000?

48 sekund á muni
Vegastrekkið millum hús í Miðvági er uml. 2 km. Um vit siga, at ferðtálmandi til­tøk vóru gjørd á ávísum strat­e­g­iskum støðum í bygd­ini, soleiðis at ferðin fór nið­ur í 30 km/t í helvtini av strekkinum, so vildi tað tik­ið 3 minuttir og 12 sek­und at koyrt í gjøgnum bygd­ina í staðin fyri 2 min­utt­ir og 24 sekund við 50 km/t allan vegin. Altso 48 sekund longri.

Munurin millum
30 og 50...
- er at eitt fólk doyr, sum verð­ur árent av einum bili, sum koyrir við 50 km/t. Er ferðin hinvegin um 30 km/t er møguleikin nógv størri at komið verður frá tí við lívinum
Munurin millum 30 km/t og 50 km/t kann vera munurin millum trivnað og ótrivnað

Borgarar taka ábyrgd á seg - og ikki minst, teir seta krøv!
Alsamt fleiri og fleiri borgarar kring landið taka ábyrgd á seg og vilja gera sítt til fáa ferðsluna tryg­gari. Borgararnir í Mið­vági eru bara eitt dømi um hetta, men vit kundu nevnt fleiri onnur dømi kring landið.
Fólk eru meira og meira vorðin tilvitað um týdn­ing­in at verja lívsvirði, sum eru altavgerandi fyri lív­s­kvalitetin. Og tað er hetta, sum Nullhugsjónin er grundað á, og sum Justines K. Eliasen eisini vísur, at hann hevur skilt.
Tí er mest avgerandi fyr­­i­­­­treytin fyri at røkka Null­hugsjónini at fáa politikkarar, veg­a­mynd­ug­leik­ar og onnur, sum taka av­gerðir, eisini at skilja hetta.
Jón Kragesteen, dagligur leið­ari á Ráðnum fyri Ferðsl­u­trygd.

----------------------------
Hvat samfelag vilja vit hava?

Hvat samfelag vilja vit hava?
•Vilja vit hava betong, asfalt og vegaumhvørvið, sum bara er lagað til bilarnar, sum fúka fram við - larmandi, spruttandi og osandi?
•Góðtaka vit, at bygdaløg og bygdir, býlingar og býir verða terroriserað av bilum? Har tú mestsum skalt lúra undan húsahornum ella parkeraðum bilum fyri ikki at verða yvirkoyrdur? Har vandar lúra frammanífrá, aftanífrá, frá síðunum...
•Góðtaka vit, at tað verður gjørt so lítið fyri tey, sum hóast alt, hætta sær til gongu?
•Góðtaka vit, at skula liva í støðugum ótta, hvørja ferð børnini fara út um hurðina?
•Góðtaka vit, at vit, orsakað av óttanum, mugu halda børn okkara inni, og at tey harvið mestsum bara verða víst til at fáa upplivingar gjøgnum teldu og sjónvarp?
•Góðtaka vit, at børn okkara skulu verða frátikin møguleikan at ganga ella súkkla í skúla, til frítíðarítriv o.a.? (foreldrini tora ikki annað, enn at koyra tey!)

Ella
•Vilja vit hava eitt samfelag, sum leggur upp til, at tú kanst fara til gongu, uttan alla tíðina at føla ótta á tær
•Vilja vit hava eitt trygt, friðarligt og hugnaligt umhvørvi, har bilar og fólk til gongu í minstan mun verða blandað saman?
•Har sum bilar og fólk verða blandað saman, t.d. tá ið farast skal yvirum vegin, verða gjørd trygg yvirgangsstøð, við týðiliga frámerktum gonguteigum, har m.a. bara ein farbreyt verður tikin í senn, og umstøðurnar eru lagaðar soleiðis, at tað ikki ber til at koyra skjótari enn tilætlað.

Í veruleikanum er hetta eisini ein heilsuligur spurningur, tí um vit ikki laga samfelag okkara soleiðis, at umstøðurnar leggja upp til, at vit hava møguleika at røra okkum meira, at vit t.d. ganga ella súkkla í skúla ella til arbeiðis, kemur tað okkum aftur um brekku.

-----
Fakta:
Støð í landinum, sum hava umleið somu trupulleikar, sum Miðvágur hevur, eru t.d.: Sandavágur, Kollafjørður, Runavík, Gøtugjógv, Leirvík, Klaksvík, Havnin, Tvøroyri, og Vágur.